Jødiskt kabbalistiskt handrit á føroyskum máli
Nú gevur forlagið Gwendalyn út sera forvitnisligan, hebraiskan bókling við heitinum “Sefer Jetsirah”.
Hetta er lítil bók, ið er grundarlagið undir teirri sera gátuføru læruni jødisku kabbaluni.
Sefer Jetsirah – ið merkir Skapanarbókin – er gematrisk skapanarsøga við støði í fyrstu mósebók og meginteksturin í teirri jødisku kabbaluni. Hetta er tekstur, ið hevur havt sera stóra ávirkan á, hvussu kristindómur, jødadómur og tann vesturlendska vísindin eru ment seinastu tvey túsund árini. Hon er umsett á hátíðarligt og bíbilskt føroyskt mál. Tað er Agnar Artúvertin, ið týtt hevur við sera stórum persónligum innliti og eldhuga fyri hesi fornu læru.
Bóklingurin er einans 32 síður, men er sjálvur grundvøllurin undir teirri mystisku doktrin, ið hevur elvt til so nógva pátrúgv, so nógvar gitingar og so nógvan skaldskap upp gjøgnum øldirnar.
Sefer Jetsirah fæst til keyps í bókhandlunum fyri 89,-