Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jødadóm ella kristindóm, tað er spurningurin

I mínum fyrra innleggi: Samkynd og kristindómurin – greiddi eg frá upprunanum til, at jødisku leiðararnir gjørdu homoseksualitet syndugan.

Men jødadómur er ikki og hevur ongantíð verið kristindómur, tað er so nógv, sum skilir. Teir jødisku leiðararnir krossfestu Jesus, tí Jesus hevði ein kærleiksboðskap, sum teimum ikki hóvaði. So eingin orsøk er til at taka fleiri túsund ára gamla jødiska søguliga avger, sum tikin var av heilt øðrum orsøkum og gera hana dagsaktuella hjá okkum, og tað enntá í kristnum hami fyri at náa egnum máli. Tá verður riðið for niðarliga.

Fólk kunnu arbeiða fyri ella ímóti samkyndum parlagi, so sum tey finna fyri gott, men at níta Kristus sum kastiskjúts eftir teimum samkyndu er undir alt lágmark, tí eingin hevur enn víst á, hvar Kristus hevur dømt ella fordømt samkynd ella samkyndt parlag. Hetta líkist heldur ikki honum, sum altíð og allastaðni boðaði kærleika.

Dagfinnur Danbjørg.