Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jobmatch: Nógvir ítøkiligir møguleikar

Atlantic Airways fer á Jobmatch at kunna føroysk lesandi um 24 avloysarastørv, sum júst eru lýst leys til summarið 2013.

BankNordik hevur deildir í Danmark og Grønlandi, umframt tryggingarvirksemi í Íslandi, og er hetta ein støða, sum ger at bankin hevur møguleika fyri at senda føroyingar í onnur lond at arbeiða í eina tíð, og so koma aftur til Føroya við teimum royndum, sum hetta gevur.

Ein ávís útskifting hendir javnan Í fyrisitingini hjá Tórshavnar kommunu, har tað starvast umleið 120 fólk. Kommunan metir, at tað er týdningarmikið at útisetar eru greiðir yvir hetta, soleiðis at grundalagið fyri starvssetanum er so fjøltáttað sum gjørligt. Harafturat vil kommunan vísa útisetum, hvat hon hevur at bjóða, um fólk velja at búsetast har.

Landverk skipar komandi hálvár fyri kapping, har lesandi, nýútbúgvin og onnur kunna kappast um verkætlanir, ið antin eru nýskapandi ella stuðla undir menning av verandi virkisøkjum hjá Landsverki. Harumframt hava m.a. Fróðskaparsetur Føroya, Bakkafrost og Landsjúkrahúsið boða frá á jobmatch.fo, at tey eru áhuga í at samstarva við lesandi um serritgerð og aðrar størri uppgávur. Tað sama hevur Eystur kommuna, sum eisini kann bjóða eitt skrivstovupláss, og avtalur um møguligar ferðaútreiðslur.

Eftirmetingar frá undanfarnum árum vísa, at umleið fimti hvør vitjandi á Jobmatch fær bjóða eitt ítøkiligt starv, uppgávu ella praktikpláss. Í alt eru 25 fyritøkur og stovnar við á Jobmatch í ár. Til ber at lesa meira um hesar á www.jobmatch.fo

Jobmatch byrjar fríggjadagin 28. desember kl. 13. Í ár verður eisini skipað fyri einum nerverkskvøldið, sum byrjar Kl 20 við framløgum, kjaki og tónleiki. Hanus. G. Johansen, Petur og Gurðun Háberg fara at spæla. Í kjakpanelinum sita landsstýrismaðurin í vinnumálum og umboð fyri Vinnuhúsið, MFS og Tórshavnar Kommunu. Framløgur verða frá rithøvundunum Høgna Reistrup og Hera á Rógvu, granskaranum Marin Strøm og sniðgevnaum Beintu Poulsen.

Fullfíggja skrá fyri netverkskvøldið sæst á www.jobmatch.fo.

Tað er ókeykis at vitja Jobmatch og Netverkskvøldið.