Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jobmatch kvøldseta um fólkavøkstur

Á Jobmatch starvstevuni mánadagin í næstu viku verður kvøldseta, har útisetar og fastbúgvandi í Føroyum fara at kjakast um, hvussu fólkavøkstur kann festa røtur í føroyska samfelagnum.

Kvøldsetan verður skipað í trýggjar partar. Hvør partur endar við einum pallborðskjaki við Heina í Skorini sum orðstýrara.

Fyrst fer Eydna Skaale, kandidatur í Retorikki, at leggja fram um hvussu kjakið á netmiðlunum ávirkar útisetar og teirra hug at flyta heim eftir loknan lesnað.

Síðani fer Árni Olsen, marknaðarleiðari á Bakkafrost, at greiða frá, um hvussu hann hevur skapað sítt egna starv.

At enda fer Erika Hayfield, ráðgevi í Vinnumálaráðnum, at kunna um hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at steðga fólkafráflyting og stimbra undir fólkavøkstur.

Við pallborði sita Marita Rasmussen, Stjóri í Vinnuhúsinum, Jóan Petur Hentze, Trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Sølvi Jespersen, leiðari av talgildu marknaðarføringini hjá Atlantic Airways og Regin Berg, formaður í MFS. Kvøldsetan byrjar og endar við tónleiki frá BUDAM.

Jobmatch starvsstevnan verður á Østrøm mánadagin 30. desember frá kl. 13. Kvøldsetan byrjar kl. 20. Skrá fyri tiltakið sæst á www.jobmatch.fo

Skrá fyri Jobmatch kvøldsetu** 20.00 Tónleikur við BUDAM (forhøllin)

20:35 Eydna Skaale: Hvussu ávirkar tjóðardiskursur tað virðið, vit leggja í okkara land? Um hvussu tjóðardiskursurin á netinum ávirkar útisetar og teirra hug at flyta heimaftur.

20.45 Kjak –Spurningur til panelið: Hvør hevur ábyrgdina av at skapa ein positivan hugburð mótvegis Føroyum?

21.05 Árni Olsen greiðir frá sínum royndum við at skapa sítt egna starv

21.15 Kjak –Spurningur til panelið: Hvat ítøkiligt kann gerast fyri at eggjaungum at skapa sítt egna starv og/ella byrja egið virkið?

21.35 Erika Hayfield leggur fram um heildarætlanina ”Fólkafráflyting og fólkavøkstur” 21.50 Kjak –Spurningar til panelið: Hvat er næsta stig? Hvørji eru tey næstu týdningarmestu átøkini? Eru vit á veg á rætta kós?

22.15 Tónleikur við BUDAM