Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jóanes, Kristian og Sakaris heiðraðir

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handar Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðisløn til ungt listafólk fyri 2011 á Tjóðpalli Føroya, sunnukvøldið 15. januar kl. 20.00. Á tiltakinum vera røður, tónleikur, filmur og upplestur.

“Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðislønir fyri avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Í ár er tað Jóanes Nielsen, rithøvundur, ið fær mentanarvirðisløn Landsins. Jóanes Nielsen hevur í meira enn 30 ár víðkað og ríkað føroyska bókmentapallin, og latið úr hondum yrkingasøvn, skaldsøgur, greinar og leikrit. Í 1984 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið “Pinnabrenni til sosialismuna”, og í 2002 fekk hann Nordisk Dramatikerpris fyri leikritið “Eitur nakað land week-end?”. Fýra ferðir hevur hann verið innstillaður til Nordisk Råds Litteraturpris.

Heiðursgáva Landsins verður í ár latin Kristiani Blak, sum seinastu 35 árini hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum, sum tónleikari, tónasmiður og útgevari og sum kveikjari og ráðgevi hjá føroyskum tónleikarum á veg út í heim. Kristian Blak fekk í 2002 virðisløn M.A.Jacobsens fyri mentanaravrik.

Í ár hevur landsstýrismaðurin gjørt av at lata eina ”Virðisløn til ungt listafólk”. Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Virðislønin til ungt listafólk 2011 verður latin 25-ára gamla, evnaríka skopuninginum, filmslistamanninum Sakarisi Fríða Stórá fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.

Virðislønirnar verða latnar við heimild í løgtingslóg, har ásett er, at virðislønarnevnd við fimm limum ger tilmæli til landsstýrismannin um móttakarar av mentanarvirðislønum landsins. Mentanarvirðisløn Landsins er kr. 150.000, Heiðursgáva Landsins kr, 75.000 og Virðislønin til ungt listafólk er kr. 50.000.

 Tiltakið á Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu í Havn sunnukvøldið 15. januar kl. 20.00 er alment og ókeypis.