Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JHR bíligast til vegaverkætlan á Toftum

LISITATIÓN: Ein sokallað vinstrasnaringarbreyt skal gerast við landsvegamótið, har Høganesvegur á Toftum, sum gongur niðan móti Svangaskarði, byrjar. Bílagasta tilboðið eigur JHR Entreprenørar, sum vil gera arbeiðið fyri slakar 2,7 mió. krónur.

Undir lisitatiónini á Landsverki í dag gjørdist greitt, at fyritøkan JHR Entreprenørar úr Saltangará, eigur lægsta boð at gera nýggja íbinding við eitt landsvegamótið Toftavegur-Høganesvegur á Toftum.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at breiðka landsvegin og gerð av sokallaðari vinstrasnaringarbreyt við íbindingina Toftavegur-Høganesvegur.

Seks fyritøkur vórðu bodnar at koma við tilboði upp á arbeiðið, og helvtin av hesum nýttu høvið at lata inn tilboð. Umframt JHR Entreprenørar, sum vil gera arbeiðið fyri 2.694.469 krónur, kom tilboð frá RTS Contractors, ið ljóðar upp á 3.618.180 krónur, og J&K Petersen, sum bjóðar seg at gera verkætlanina fyri 4.091.152 krónur.

Kostnaðarmetingin, ið eisini fevnir um stuðulsmúr við bátahylin á Toftum, er 3.300.000 krónur. Landsverk fer nú at taka støðu til tilboðini til verkætlanina, sum eftir ætlan skal vera liðug 31. mars 2014.