Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Berøa í Saltangará, sum einaferð kallaðist Ebenezer og var næsti granni hjá Sparikassanum í Havn.

JESUS KEMUR AFTUR SKJÓTT! - í Berøa 22 – 24 januar

Ungdómurin í Berøa í Saltangará skipar fyri møtirøð í døgunum 22 - 24 januar (fríggjakvøld til sunnukvøld). Ikki færri enn 8 møtir verða hetta vikuskiftið í Berøa, sum verða ein blanding millum evangelisk møtir, uppbyggingarmøtir og ungdómsmøtir. 

Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@gmail.com

Ungdómurin skrivar soleiðis á síni facebooksíðu: “Vit ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum, ungum sum eldri, og vit gleða okkum at síggja teg.”

Evni undir møtirøðini verður: JESUS KEMUR AFTUR SKJÓTT!

SKRÁIN
Sunnudagin 24. januar 
Morgunmøti kl.11.30 
Uppbyggingarmøti kl.16.00 
Evangeliskt møti kl.19.00

BERØA
Salurin Berøa, sum stendur í Saltangará, er gamla Ebenezer, sum stóð júst har, sum Ebenezer stendur í dag í Havnini. Gamla Ebenezer varð tikið niður í september mánaða í 1963, og flutt inn í Runavíkina. Alt tilfarið varð eyðmerkt, so salurin kundi reisast aftur í sama skapi.  Í juli mánaða í fjørð vóru tað 50 ár liðin síðani gamla Ebenezer varð tikið í brúk inni í Saltangará, har tað framvegis stendur. Salurin hevur enn  sama skapið, stødd og innrættning, sum tá hann stóð í Havnini.

Gamla Ebenezer varð reist í Havn í 1905. Í 1932 varð tað longt til tað stødd, sum tað hevur í dag. So statt vóru tað í fjørð 100 ár síðani salurin varð bygdur, og tí er Berøa elsti møtisalur í landinum í dag.