Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jesper skal vitna: Útspiltur

Hóast mamman, hevur mist børnini, tí hon av Barnaverndarmyndugleikunum, ikki verður mett egnað at ansa teimum, so er tað nógv sum bendir á, at revsimálið í móti mammuni, sum varð meldað fyri at ræna børnini til Føroyar, skal nýtast til at sáa iva um pápan, sjálvt um hetta als onki hevur við málið at gera.

Trupulleikin er, at Føroyar er ikki at meta sum eitthvørt annað demokratiskt rættarsamfelag, og tað hava vit eisini grein um aðrastaðir í blaðnum, har dómari og advokatur, báðir vóru koyrdir frá, tí teir koyrdu ólógligt parlag.

Av tí sama kann tað ikki avvísast, at dómarin í hesum revsimálinum fer at loyva útspillingar av pápanum, sum ganga so langt aftur, at kanningar síðani hava reinsað pápan fyri m.a. skuldsetingar um drykkjuskap. Seinasta kanningin av pápanum er so fesk, at blekkið ikki er turt, og tí má tað sigast at vera ørskapur, um dómari loyvir útspilling av pápanum.

Men vit mugu hava í mentu, at í Føroyum er svarta onki skil á barnaverndarmálum. Vit vita um børn, sum verða hildin føst í pedofilum umhvørvi, og allar royndir at skrikja børnini leys, er sum sum at sláa í eina dýnu.

Hetta sýnist at vera skipaður gallskapur, sum bara kann takserast, sum systematiskt svans, og tí var annika Olsen eisini á fundi við Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra í Danmark, og sum vit hava skilt, er onki komið burturúr, og tað vil aftur siga, at børnini framhaldandi onga verju fáa.

Danska Nordjydske, hevur havt stóran áhuga í málinum hjá Jesper Sander Dahlin. Ikki minst tí, at ein nýliga sett serfrøðinganevnd, kom til ta niðurstøðu, at Jesper var egnaður, sum foreldur, men so tekur Høvuðsbarnaverndin eina avgerð, at børnini skulu ikki til pápan, tí lokala barnaverndin í Suðuroy, hevur funnið eina gamla kanning fram um, at Jesper skal hava trupulleikar við rúsdrekka.

Tað undrar meg ógvuliga nógv, at tey ganga í móti nýggjastu kanningini, og franmvegis ikki vilja útflýggja børnini til Danmarkar, sigur Hans Trygvi Teirin, verji hjá Jesper Dahlin, í Føroyum.

---

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum

Keypið blaðið á netinum:

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

 

Add to Cart