Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

á myndini eru nevndarlimir og tiltakslimir samlaðir. Frá vinstru Torstein, Jenus, Petra, Eyðálvur, Heini, Jógvan, Pauli. Jens Ivan og Hallbjørg vanta á myndini.

Jenus í Trøðini heldur fram sum formaður

Dan Klein --- 05.03.2018 - 06:50

Á ársaðalfundinum hjá Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag var avgjørt nevndin komandi ári skal vera 5 nevndarlimir ístaðin fyri 7. 

Jenus í Trøðini av Signabø heldur fram sum formaður. Nevndin í felagnum eru:

Jenus í Trøðini, Signabøur : formaður og aðalstjórnarumboð
Petra E. Petersen, Kvívík : næstforkvinna
Jens Ivan í Gerðinum, Vestmanna : skrivari
Eyðálvur í Dávastovu, Vestmanna : peingarøkil
Heini Holm, Kvívík : nevndarlimur

Hallbjørg Lamhauge, Vestmanna : tiltakslimur
Torstein Paulason Brattaberg, Vestmanna : tiltakslimur
Jógvan í Dávastovu, Vestmanna : tiltakslimur
Pauli Trond Petersen, Vestmanna : tiltakslimur

Eftir lógarfestu punktini, var umrøtt stóra týdningin av at røkja lima skaran í felagnum, við kunning og limafundum, umframt politiskum fundum. 

Fleiri tiltøk hava verið í vestara partinum í økinum, og í vár vera eisini tiltøk í eystara partinum. Um áhugi er at hjálpa til við hesum tiltøkum, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini, her er leinkja til heimasíðu floksins. 

Eitt aðalmál hjá nývaldu nevndini er at økja limatali í felagnum. 

Økisfelagið í Norðurstreymi staðfesti týdningin av at samgongan heldur áfram at fremja tey málini sum ikki eru avgreidd og sum eru niðurfeld í samgonguskjalið, og fegnast somuleiðis um tey stóru og týdningarmiklu mál sum eru framd. 
------------------------
á myndini eru nevndarlimir og tiltakslimir samlaðir. Frá vinstru Torstein, Jenus, Petra, Eyðálvur, Heini, Jógvan, Pauli. Jens Ivan og Hallbjørg vanta á myndini.