Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jens-Kjeld Jensen hevur vunnið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins!

Týskvøldið 27. oktober fekk Jens-Kjeld Jensen Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt áhaldandi arbeiði við at greiða  frá síni stóru vitan um føroyskt lívmargfeldi. Mikudagin var høvi hjá innbodnum, at hitta hann í Norðurlandahúsinum.

Seinastu 40 árini hevur Jens-Kjeld Jensen ótroyttiliga greitt frá síni stóru vitan og áhuga innan føroyskt lívmargfeldi. Hann hevur
skrivað 5 bøkur og yvir 500 greinar. M.a. hevur hann granskað innræsin djór og plantur og skrásett yvir 350 nýggj sløg í Føroyum,
eins og hansara savning av føroysku músini, er vorið brúkt til gransking í Týsklandi og Bretlandi. Í gjárskvøldið varð hansara avrik
heiðrað, tá hann vann umhvøvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Um Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins
Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins varð sett á stovn fyri at økja um vitanina innan umhvørvisarbeiði í norðurlondum.

Virðislønin verður latin einum norðurlendskum felagsskapi, fyritøku ella einum persóni, ið á ein fyrimyndarligan hátt hevur megnað at sameina virðingina fyri umhvørvinum í síni fyritøku ella yrki, ella á annan heilt serstakan hátt, hevur gjørt ein innsats fyri umhvørvið. Umhvørvisvirðislønin er, saman við hinum virðislønunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, latin síðani 1995.

Hetta er triðu ferð, at virðislønin verður latin fólki ella fyritøku í Føroyum. Áður er virðislønin latin Boga Hansen (2006) og elfelagnum SEV (2015)