Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jens Lisberg konsert í Skálavík

Tíðindaskriv:

Leygarkvøldið, 23. februar kl. 19.00, verður fjølbroytt stuðulskonsert fyri ABC barnahjálp á Deplinum í Skálavík. Jens Lisberg og fleiri fara at framføra. Eisini verður ”syngið við” á skránni

Umframt Jens Lisberg fara Árni Andreasen, Hjørdis Sunnsker og Sirikit Jacobsen at syngja. Tónleikarar vera, Petur Hermansen, steel guitar, Anfinn Hansen, bass, Regin Skipá, trummur, Anfinn Norðfoss, guitar, Tummas Thomsen, klaver og Beinta Háberg Jacobsen, klaver.

Atgongdin er ókeypis, men møguligt verður at stuðla við peningagávum Eisini verður møguleiki at keypa fløgur, har pengingurin óskerdur fer til ABC barnahjálp.

Eftir konsertina verður ein drekkamuður at fáa.