Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jens Kjeld Jensen hevur aftur skrivað forvitnisliga bók

22. maj 2012 Ein kann spyrja, hvat verður tað næsta, tí eitt er vist, at Jens-Kjeld hevur meira á skránni. Eg fór straks í bókahandilin at útvega mær bókina, og heimkomin las eg hana út í eitt, kundi ikki sleppa henni aftur.

Í 2008 kom Lundafleyg - ein fleygadagur í Nólsoy og Lundefangst - en fangstdag på Nólsoy.

Í 2009 kom Lunden på Færøerne. Puffins.

Í 2010 kom Puffin fowling – a fowling day on Nólsoy.

Í 2010 kom saman við Hans Eli Sivertsen Firvaldar 155 ymiskir firvaldar í Føroyum. Og nú fyrst í 2012 er komin Mallemukken på Færøerne. The fulmar on the Faroe Islands.

Ongin oyggj í landinum er í dag lýst so væl sum Nólsoyggin, bæði lívfrøðiliga og søguliga við bókunum hjá Jens-Kjeld, men eisini við nýútkomnu Náttúran í Nólsoy av William Simonsen og På vandring i Nólsoys fortid af Steffen Stummann.

Havhestabókin er prýdd við nógvum vøkrum myndum, ið byggja undir ta nágreiniligu viðgerðina í tekstinum. Man kann bara taka undir við virðing, so væl og út í æsir, Jens-Kjeld hevur lýst t.d. nátasjúku, fleygingastongina, egg og fong av sama, náta og gamlan havhest, og hvussu havhestur verður hagreiddur.

Tað er eitt serkenni fyri bøkurnar hjá Jens-Kjeld, at tær eru tvey til trýmæltar, og hetta er eisini galdandi fyri havhestibókina, har enskur tekstur stendur í rammu innanfyri hvørt evni, og allar myndir eru dubbulttekstaðar. Hetta ger bókina sera nýtiliga fyri tey mongu, ið ikki skilja føroyskt, men fegin vilja lesa nakað um t.d. havhestin. Eisini er tað hent fyri framtíðina at hava eina veiði staðfesta so nágreiniliga, so ikki alt skal gravast út úr gloymibókina, tá tað er óv seint.

Jens-Kjeld hevur hjárithøvundar við sær hesa ferð, og tað ger ikki bókina minni áhugaverda. Sjúrður Hammer hevur skrivað um flytingini hjá havhesti út frá hansara Færøsk Trækfugleatlas, ið kemur heilt skjótt. Maria Dam hevur skrivað um umhvørviseitur í havhesti, og hálendingurin Jan A. van Franeker hevur skrivað um plastikk, ið havhesturin hevur etið. Jan van Franeker hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og kannað nøgdina av plastikki í havhestimagum í sambandi við eina størri evropeiska verkætlan.

Eitt lítil hjartasuff: Bara Jens-Kjeld hevði rættlisið betri, so t.d. bókmentatilvísingarnar í tekstinum vóru meira efterfarandi, og eitt hjartasuff afturat, sum kanska bara eg sum djórafrøðingur síggi, at tvær lýs (p. 30-31) hava sama navn, meðan tann vinstra Perineus nigrolimbatus helst skal vera ein Ancistrona vagelli (J.C. Fabricius, 1787).

Eisini er tað eitt sindur keðiligt, at hendan bókin, og ritgerðin hjá okkara nýggja doktari í nettupp havhesti, Jóhannis Danielsen, sær út til at hava umskarast í tíð, sjálvt um tvær av greinunum í doktararitgerðini eru brúktar í bókini hjá Jens-Kjeld. MEN, tað hetta er sagt, so gleði eg meg stórliga til næstu bók frá Jens-Kjeld.

Dorete Bloch, professari