Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jens Heri Jacobsen: Trýsti BRG við millióna rokning

Í samband við innlitsbøn, er komið fram, at Jens Heri Jacobsen, sum var uppistitari av Fámara, og fekk festið, hevði sett eitt mótkrav fyri tey 12 árini uppá kr. 1.312.500,00, men vildi, fekk hann festið lagaliga, sleppa kravinum. Fekk hann ikki festið, so vildi hann reisa kravið.

Tað var 15. Juli 2013, at Oyggjatíðindi aftur søkti um alment innlit í Fámara-málið. Innlitsbønin, sum gekk uppá eina millióna rokning, sum Festarin, Jens Heri Jacobsen, hevði sett fram fyri at hava røkt garðin í 12 ár. 23. juli 2013 gevur Búnaðarstovan, blaðnum svar uppá innlit við skjølum, men leggur samstundis dent á, at stovnurin ikki kennir nakað til eitt millióna krav, sum Jens Heri Jacobsen, úr Sumba, skal hava sett fram mótvegis Búnaðargrunninum.

Sama dag, setir søkir blaðið um meirinnlit, sum stutt ljóðaði: Búnaðarstovan sigur seg ikki hava móttikið nakað millióna krav frá Jens Hera Jacobsen, Sumba. Fari at spyrja um Búnaðarstovan so hevur fingið nakað krav, og sum so er, hvussu stór er so upphæddin?

Aftaná at hava sent áminning, svarar Búnaðarstovan, at blaðið fer at fáa svar, sum so eisini kemur 23. august 2013. Nú hevur Búnaðarstovan knappliga fingið eitt krav, og gevur okkum innlit í samskifti millum Jens Hera Jacobsen, umsøkja til festið í Fámara, og Alfred Petersen, advokat, men tað gongur heilt aftur til juni mánaða 2012.

Eisini er skriv frá Búnaðargrunninum, dagfest 22. juni 2012, sum vil fíggja Jens Hera Jacobsen við hálvari millión, so hann kann yvirtaka festið, men gevur eisini til kennar, at Grunnurin ikki brýggjar seg um mótkravið, og góðtekur als ikki, at hetta verður mótroknað láninum.

Øll minnast, at stríðið um Fámara blussaði upp, tá tað í 2012, kom fram, at tað kanska ikki var eftir bókini tá Árni Brattaberg, søkti og fekk rættin til Fámara, nakrar fáar túsund frammanfyri Johan Dalsgaard: Fiskimálaráðið ógildaði avgerðina hjá Búnaðarstovuni at selja Árna Brattaberg, sum hevði hægsta boð, festibrævið fyri Fámará.

Síðani bleiv festið bjóða út av nýggjum, og sum øllum greitt, fekk Jens Heri Jacobsen, festið í Fámara, og varð roknaður fyri at vera best egnaði umsøkjarin, men av tí at málið er kært, viðgerð Fiskimálaráiðið hesar kærur, og meðan hesar kærur verða viðgjørdar er festiloyvið ikki galdandi, staðfestir Andras Holm Arge, á Búnaðarstovuni.

Málið í Fámara verður eisini tikið upp í fútarættinum í komandi viku, og í tí sambandinum kemur danski advokaturin hjá Johan Dalsgaard, til Føroyar.

Tað er nú skjalprógvað, at Jens Hera Jacobsen, royndi at trýsta við Búnaðarstovuna við mótkravinum.

Fleiri greinar í blaðnum.