Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jenis: Skal samfelagið broytast asosialt

Hetta vil Jenis av Rana, løgringsmaður m.a. hava at vita frá løgmanni í munnligum fyrispurningi. Løgtingsmaðurin rør uppundir og heldur, at hann kennir so lítið aftur av samgonguksjalinum, og heldur, at flatskatturin eigur at verða góðskumettur.

Jenis av Rana, løgtingsmaður:

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann viðvíkjandi røðu hjá fólkatingsmanni

Hvørjar viðmerkingar hevur løgmaður til ta kunning, sum annar av fólkatings¬limunum gav føroyingum í fjølmiðlunum seinastu viku?

Viðmerkingar:

Síðani samgonguskjalið sá dagsins ljós, hava bløð, portalar og miðlar endurgivið dúgliga úr hesum skjali - og mett um innihaldið.

Sjálvur var eg við til at evna skjalið, men havi ikki dult fyri, at har er ymiskt, eg vildi ynskt var øðrvísi frágingið, t.d. flatskatturin, sum eigur at verða góðskumettur, áðrenn hann verður settur í verk.

Men ymiskt av tí, sum verður sagt og skrivað, kenni eg ikki aftur frá samgonguskjal-inum, t.d. tá róð verður uppundir, at samgongan hevur ætlanir um at broyta føroyska samfelagið á ein asosialan hátt.

Av viðmerkingunum, sum fleiri eru dulnevndar, fellur serliga ein í eyguni, og hendan, meti eg, hevur tørv á at verða nærri viðgjørd. Hesa viðmerking eigur annar av fólkatingslimum okkara, Sjúrður Skaale, hon var í bløðunum í seinastu viku. Eg endurgevi beinleiðis fylgjandi brot:

“Nú er tað so, at samgongan ætlar at sundurliða okkara samhaldsfasta samfelag, og í staðin skapa eitt stættasamfelag. Ætlanin er í trimum:

• Veldugir skattalættar skulu gevast teimum hægst løntu

• Størri byrðar skulu leggjast á tey lægst løntu.

• Takast skal frá pensjónistum.”

Sjálvandi skal hædd takast fyri, at fólkatingslimurin fyrr í ár sjálvur var við í samgongu, enntá umboðandi tveir ymiskar flokkar ( má sigast verða sjáldsamt met), so hugsast kann, at hann blandar saman, og avdúkar fyri okkum ætlanir hjá farnu samgongu, men tað veit løgmaður óivað eisini at greiða okkum nærri frá.

Á Løgtingi, tann 28. november 2011

Jenis av Rana