Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sámal Poulsen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag, handaði Jeffra Justinussen heiðursgávuna fyri sína trúgvu tænastu á sjónum í 60 ár.

Jeffri hevur balst á sjónum í 60 ár

Jeffri Justinussen hevði í 2013 verið limur í Føroya Fiskimannafelag í 60 ár, og á landsfundinum hjá felagnum fekk hann heiðursgávu.

Eftir: Ingolf S. Olsen

Gaman í eru føroyskir fiskimenn ofta drúgvir á sjónum, men tó er langt millum teir, ið hava hildið so leingi á sum Jeffri Justinussen.

Hann fór til skips fyri fyrstu ferð sum 14 ára gamal fyri meira enn 60 árum síðani, og er nú sum 75 ára gamal enn virkin fiskimaður.

Á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum beint fyri jól varð Jeffri heiðraður fyri sín 60 ára limaskap í felagnum.

Tað var Sámal Poulsen, næstformaður í Fiskimannafelagnum, ið handaði Jeffra heiðursgávuna – eina steinplátu, har mynd av Norðborg er rist í, og eina gullslipsanál. Tað er Torgerð Suðuroy, ið hevur gjørt steinplátuna.

Nógv er broytt

Jeffri takkaði fyri heiðurin við einari gemytligari talu, har hann við valvaldum orðum fekk lýst ovurstóru broytingarnar, ið verið hava, síðani hann fyrstu ferð mynstraði við sluppini Lizzie í 1953.

- Tá bar als ikki til at verða umborð á fiskiskipi uttan góð, føroysk undirklæði, staðfesti Jeffri, sum í dag siglir við Norðborg – eitt hitt mest nútímansgjørda fiskifarið í heiminum.

Jeffri Justinussen býr í Havn, men er ættaður úr Leirvík.

Hann hevur siglt við Norðborgunum hesi seinastu skjótt 42 árini – uttan tríggjar mánaðir í 1975, tá hann var skipari á Ísborg.

Við tí fyrstu Norðborgini var hann frá 1972 til 2000, við tí næstu frá 2000 til 2009, og hann hevur verið við nýggju Norðborg, frá tí hon kom í 2009, og har er hann við enn.

Annars var Jeffri við Lizzie frá 1953 til 1956. Í 1956 var hann eisini við Søkanum og í 1957 við Gulakletti. Í 1958 var hann eitt hálvt ár við norskum báti. 1961 til 1963 var hann við Bresti, við Beini frá 1963 til 1972, og í 1972 var hann eisini í fimm mánaðir við Sólborg, áðrenn hann mynstraði við tí fyrstu Norðborgini.

Sámal Poulsen las hesa yrkingina, tá hann handaði Jeffra Justinussen heiðursgávuna:

Trúgvur sum trøllið var gamalt orð,

á 14 ára aldri tú fór umborð,

og hevur sjómaður verið síðan tá,

seksti ár á sjónum tú lýta kann afturá

 

Fáur siglir meir enn hálva øld,

teir menn finnur tú ikki í hvørji fjøld,

eitt bragd tú Jeffri hevur framt,

60 ár á sjónum tú hevur tænt.

 

Kelda: www.fiskimannafelag.fo