Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jazzfestivalur byrjaður í Havn

Tórshavnar Jazzfestivalur byrjaði í kvøld í Norðurlandahúsinum við hugtakandi dupultkonsert hjá svianum Lars Jansson Trio og føroyska bólkinum Plúmm. Festivalurin heldur fram í morgin og sunnudagin. Jógvan Arge, mentamálaformaður, setti Jazzfestivalin:

”Tað vóru dagar, tá Tórshavnar Jazz- fólka- og bluesfestivalur var í havnargøtum og Norðurlandahúsinum frá miðskeiðis í áttatiárunum. Tá høvdu vit eina góða tíð havt okkara egna lívliga jazzumhvørvi í Havn, eisini saman við útlendskum tónleikarum, men við stórfingna jazzfestivalinum fingu vit mangt slíkt at hoyra og uppliva live.

Áhoyrararnir tóku væl undir við hesum slóðbrótandi festivali og streymaðu í stórum tali til tær mongu forkunnugu konsertirnar – bæði til tey heimskendu nøvnini og til okkara egnu tónleikarar.

Hetta var ein hending, sum alt landið fekk lut í við dagligum frásagnum í útvarpinum við aktuellum tónleiki og samrøðum, og tey tónleikahugaðu gleddu seg hvørt summar til festivalin. Hetta var ein av ársins meginhendingum í undirhalds- og mentanarlívinum.

Festivalarnir gjørdu mun

Tað var umráðandi hjá teimum, sum ferðaðust av einum jazzfestivali á annan kring í heiminum eisini at koma til Føroya, og spírandi tónleikalívið í Havn fekk almikið burturúr. Tónleikararnir, bæði royndir og minni royndir, upplivdu frægar tónleikarar og sangarar, spældu saman við teimum og sluppu eisini at venja undir teirra kønu leiðslu.

Ongin ivi er um, at jazzfestivalarnir, sum vóru víðkaðir til eisini at fevna um fólkatónleik og blues, vóru til miklan íblástur. Teir góvu fleiri spírum avgerandi skumpið til at royna flogið við útgávum og konsertferðum og til at virka sum meir og minni professionellir tónleikarar.

Festivalurin setti á sínum øki Havnina á heimskortið. Tórshavnar Jazzfestivalur var ein sjálvsagdur liður millum mangar aðrar festivalar í býum her á leið og kring um í heiminum, og tí kom nógv fólk higar at spæla og at lýða á.

Tórshavnar Jazz-, fólka og bluesfestivalur var eitt brand fyri Havnina. Hann gjørdi sítt til at stuðla upp undir ferðavinnu og tær fyritøkur, sum eisini tá starvaðust fyri at menna okkum á teimum økjum, sum har til hoyra.

Tátturin tikin uppaftur

Nú er tátturin tikin uppaftur. Ikki í so stórum vavi sum áður, men hetta er ein góð byrjan at fáa jazzfestivalin í Havn á føtur aftur, og vit kunna fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa forkunnug nøvn á pallin hetta vikuskifti.

Vit kunna byrja við endabrestinum sunnukvøldið. Tá verður verkið Weekdays hjá Teiti Lassen fyri kór og orkestur framført á fyrsta sinni í samstarvi við kórini DR PigeKor, okkara egna Tarira og tónleikabólkin Aldubáruna. Hetta sama kvøld verður eisini ”Jordpigernes drøm” eftir Sunleif Rasmussen frumframført.

Í annaðkvøld fara íslendsku Mezzoforte aftur á pallin her í Norðurlandahúsinum. Teir hava 34 ára á baki, men eru framvegis væl fagnaðir. ”Teir eru minst líka góðir, sum teir nakrantíð hava verið, um ikki betri”, skrivaði LiveMusicGuide.com um teirra seinasta album Volcanic.

Kvøldið í kvøld, siga teir, er fyri jazz-feinschmeckarar. Ongin minni enn ein svenskur professari í jazzi verður at hoyra. Lars Jansson er eitt av kendastu jazznøvnum í Norðurlondum og verður á pallinum um eina løtu saman við síni Trio.

Og so fara vit við áhuga at lýða á okkara egnu Plúmm. Teir vóru heilt ungir, tá jazzfestivalarnir byrjaðu, og tóku so væl eftir, at teir í síni tíð eitt nú spældu saman við donsku legenduni Holger Laumann. Teir skula upplivast live og eru allarbestir, tá teir improvisera, ofta yvir eitt einfalt tema ella nakrar fáar tónar ella akkordir – og lata løtuna bera tónleikin.

Eisini lærutímar

Tað er gott, at fyriskipararnir eisini leggja dent á læru í sambandi við festivalin. Íslendski Gulli Briem hevur trummuskið og Lars Jansson eina verkstovu fyri áhugaðum. Og so eitt týðandi skeið aftrat, at læra tónleikarar og onnur at fáa Koda-pengarnar aftur hendan vegin til frama fyri tónleikin í Føroyum.** Havið nú eitt gott kvøld og góðar dagar.

Við vónini um, at festivalurin eydnast væl og fer at mennast við tíðini er Tórshavnar Jazzfestivalur 2011 settur”.