Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnstøðunevndin sett av nýggjum

Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett.

Í Javnstøðunevndini eru:
Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri
Annfinnur Garðalíð, umboðandi løntakarar
Niels Winther, umboðandi arbeiðsgevarar
Hedvig Johansdóttir, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk
Helena Fríðheim, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya
 
Varaumboð eru hesi:
Jón Harald Poulsen, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri
Mary Antonsdóttir, varaumboð vegna løntakarar
Jórun Gardar, varaumboð vegna arbeiðsgevarar
Leif Olsen, varaumboð vegna skúla-, heilsu- og almannaverk
Annetta Saltá, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya
 
Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, ið setir Javnstøðunevndina, millum annað við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverk og Kvinnufelagssamkipan Føroya.

Fremsta uppgávan hjá Javnstøðunevndini er at hava eftirlit við at javnstøðulógin verður hildin. 
Endamálið við Javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Javnstøðunevndin fer seinni í vikuni  á fund við landsstýriskvinnuna, og fer eftir hetta til verka.