Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnstøðunevndin fer nú til verka

Nývalda Javnstøðunevndin hevur í dag havt fund við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í javnstøðumálum.

Á fundinum greiddi Eyðgunn Samuelsen frá um ætlanir hjá samgonguni á javnstøðuøkinum. Samgongan arbeiðir við at tryggja haldføri – ikki einans fíggjarligt haldføri, men eisini haldføri í eini breiðari merking.

Ein stór avbjóðing fyri føroyska samfelagið er undirskotið av kvinnum í burðadyggum aldri, og ein partur av javnstøðuarbeiðinum er at gera átøk til tess at broyta fólkasamansetingina. At tryggja eitt javnari samfelag, har bæði menn og kvinnur trívast og støðast.

Ætlanin er eisini í hesum samgonguskeiðnum at endurskoða javnstøðulógina, sum nú hevur 22 ár á baki, eins og ætlanin er at orða ein javnstøðupolitikk , ið skal lýsa hvussu fram skal farast fyri, at endamálið við lógini verður rokkið.

Nevndin fer við góðum treysti til verka, og eru partarnir samdir um, at tað eru fleiri týðandi átøk, sum kunnu gerast fyri at betra um javnstøðuna í Føroyum.

Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt Løgtingsval, er mannað við Ólavi Ellefsen, formanni, Guðrið Joensen, Lív Patursson, Niels Winther og Súsonnu Olsen.