Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnstøðuarbeiðið skal fevna um bæði kynini

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var í gjár á norðurlendskum ráðharrafundi í Stokkhólmi við norðurlendsku javnstøðumálaráðharrarnar.

Javnstøðumálaráðharrarnir vóru á einum máli um týdningin av, at arbeiðið við javnstøðu eisini fevnir um dreingir og menn – hetta skapar eitt betur samfelag fyri øll. Og tað hevur eins stóran týdning, at vit síggja dreingir og menn sum ein samansettan bólk – har millum annað ein bólkur er valdsmikil, meðan annar bólkur er í eini veikari støðu, eitt nú tá tað kemur til útbúgving og heilsu.

Eyðgunn Samuelsen greiddi á fundinum frá, at hon fyri stuttum hevur gjørt ein javnstøðupolitikk við fleiri ítøkiligum átøkum, sum fara at verða sett í verk komandi árini.

“Tað gevur stóran íblástur at hitta javnstøðumálaráðharrarnar úr okkara grannalondum, og fáa høvi at umrøða felags royndir og verkætlanir, sum vit arbeiða við - bæði í okkara heimlondum, í norðurlendska samstarvinum og á altjóða pallinum. Komandi ár fer Ísland at hava formansskapin, og vit hava avtalað at skipa fyri felags átøkum í Útnorðri í 2019,” sigur Eyðgunn Samuelsen,

Nógv mál vóru á skrá. Millum annað viðgjørdu tey nýggju samstarvsætlanina á javnstøðuøkinum fyri komandi fýra árini, sum millum annað skal at virka fyri at gera arbeiðsmarknaðin minni kynbýttan og meira fjøltáttaðan.

Eitt annað mál var spildurnýggj frágreiðingin, sum Norðurlandaráðið hevur gjørt saman við OCED, nevnd: “Is the Last Mile the Longest?”, sum varð løgd fram í Montreal 14.mai 2018.

Kanningin vísir, høga talið av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum hevur havt stóran búskaparliga týdningin fyri Norðurlendsku londini, og hevur staðið fyri 10-20% av vøkstrinum í BTÚ pr. 

íbúgva seinastu 40-50 árini. Ein miðvísur familjupolitikkur, eitt nú við góðari og rímiligari barnaansing, hevur havt avgerandi leiklut í búskaparvøkstrinum.

Frágreiðingina finnur tú her: http://www.oecd.org/finland/is-the-last-mile-the-longest-economic-gains-from-gender-equality-in-nordic-countries-9789264300040-en.htm

Á myndini eru norðurlendsku javnstøðumálaráðharrarnir ella teirra umboðsfólk.

Fundurin hesaferð var í Stokkhólmi, nú Svøríki hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum.