Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnsettur ferðaseðlakostnaður á samferðsluøkjum í Føroyum, er eitt av mínum hjartamálum

Segði Johan Dahl landsstýrismaður, tá hann svaraði uppá fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-26/2012, viðvíkjandi løgtingssamtyktini um at javnseta ferðaseðlaprísirnar, har firðir og sund skilja.

Spurningurin var soljóðandi:

1) Nær ætlar landsstýrismaðurin at fremja samtykt tingsins frá 9. mars í 2012?

2) Hevur landsstýrismaðurin tikið nøkur til tess at fremja samtyktina í verki?

3) Nær kunnu føroyingar rokna við, at ferðaseðlakostnaðurin verður javnsettur, har firðir og sund skilja?

4) Kann landsstýrismaðurin hjáleggja eitt fullfíggjað yvirlit við kostnaðinum fyri 5 fólka familjuna (2 vaksin, 3 børn), ferðandi úr heimbygdini til Havnar, og aftur?

Viðmerkingar

Løgtingið samtykti í vár, tann 9. mars, við 32 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at heita á landsstýrið um at koma við eini frágreiðing um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á samferðslu-økjum í Føroyum, har firðir og sund skilja.

Grundgevingin var, at hóast vit øll búgva í sama landi og rinda sama landsskatt, so er samferðslu-tænastan í ymsu økjunum í landinum ógvuliga ymisk bæði í tænastustøði og í kostnaði. Og tað er ikki nøktandi sambært tingsins niðurstøðu í vár.

Framvegis eru 15 % av landsins íbúgvum uttan fast samband við samanbundnu Føroyar. Tað er eisini í hesum økjum, at størsta fráflytingin er frá økjunum.

Ítøkiliga er tað fyri familjuna úr Suðuroy, Sandoy, Nólsoy, Kalsoy, Skúvoy, Dímun, Svínoy, Fugloy, Hestoy og Mykinesi munandi dýrari at flyta familjuna við bili til meginøkið og aftur, enn tað er fyri tey, sum ferðast høgligu leiðina gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar.

Øllum kunnugt eru nógv flestu almennu tænasturnar í meginøkinum antin í Havnini ella grannalagi hennara. Við øðrum orðum skulu flestu teirra, sum búgva á leysu oyggjunum, til meginøkið javnan, antin í arbeiðsørindum, frítíðarørindum, ella tí tey søkja eina almenna tænastu, sum einans finst í meginøkinum.

Samstundis, sum P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin hava boðað frá, at kostnaðurin at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar er lækkaður, boðar landsstýrismaðurin, sum varðar av Strandfaraskipum Landsins, gjøgnum Fíggjarlógaruppskotið fyri 2013, aftur frá, at ferðaseðlarnir hjá Strandsfaraskipum Landsins møguliga fara at hækka. Ein fráboðan, sum gongur beint ímóti samtykt tingsins í vár.

Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrismaðurin ætlar sær at virða einmæltu samtyktina á tingi, vera hesir spurningar settir.

Svar:

AD 1) Hóast júst hesin spurningur um, hvussu ferðaseðlakostnaðurin kann javnsetast á samferðslu-økjum í Føroyum, er eitt av mínum hjartamálum, noyðist eg kortini at viðganga, at umstøður hava enn ikki verið at latið henda spurning ligið so frammarlaga í mínum virki, sum eg kundi ynskt. Tað kann ikki vera nøkur loyna fyri hetta ting, at spurningurin er ikki einfaldur, og at ein frágreiðing um hesi viðurskifti krevur samstarv millum fleiri partar. Oyggjaleiðir skulu samanberast við Bygdaleiðir og so aftur við betraðu møguleikarnar við undirsjóvartunlum. Frammi hava verið hugsanir um, at tað hevði verið munandi meira rættvíst, um kostnaðurin av at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar varð settur munandi upp. Eisini hevur verið frammi, at tað kanska átti at verið lagt gjald fyri yvirhøvur at ferðast á landsvegum, og ígjøgnum tunlar. Tað verður tó ikki frá mær at eitt slíkt uppskot kemur, tí alt, sum kann fremja betri samferðslu- og samskiftismøguleikar er av størsta týdningi fyri framburð og vøkstur í landinum.

AD 2) Enn hevur ráðið ikki havt neyðugu arbeiðsorkuna at fara undir at kanna og leggja frágreiðing fyri tingið um hvussu ein javnseting av ferðaseðlaprísum kann fremjast í verki.

AD 3) Eg tori onki at lova um nær ein frágreiðing kann fyriliggja um, hvussu ferðaseðlakostnaðirnir, har firðir og sund skilja, verða javnsettir, t.e. at ferðaseðlagjald fyri 5 fólkafamiljuna í egnum bili verður tað sama, annaðhvørt tey ferðast gjøgnum undirsjóvartunnil ella við Strandfaraskipunum. Uttan hesa frágreiðing kann løgtingið illa taka støðu, og ein slík frágreiðing hevði helst víst, at Strandferðslan má fáa hægri játtan ella spara í túratalinum. Triðja møguleikan at ferðandi gjøgnum undirsjóvartunlar skulu gjalda meira fyri at fáa játtanina at ganga upp, trúgvi eg ikki heilt upp á.

AD 4) Yvirlit frá Srandfaraskipum landsins vísa kostnaðin fyri ferð úr heimbygdini til Havnar og aftur við bili: Sí talvu.

Johan Dahl

Landsstýrismaður