Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javning til Havnar?

Finnur Havnin uppá okkurt nýtt, so skal tað javnast! Antin javnast við jørðina ella við útjaðaran.

Fyri meira enn 5 árum síðan kom Búskaparráðið við einum tilmæli um eina kommunala útjavningarskipan. Tilmælið var so óveruligt, at ongin politikari tók tað í fullum álvara, og tí fekk tað onga umrøðu. Orsøkin var, at fyri at fremja tilmælið kravdist, at ongar kommunur, ella í mesta lagið 4 til 7, skuldu vera í Føroyum.

Hetta var fyritreytin fyri eini útjavningarskipan. Talan var um reinan planbúskap, har kommunur, ið skaptu framburð, ongan ágóða fingu, meðan aðrar kundu liggja upp afturá og bíða eftir útjavningini.

Tí kom eingin slík skipan. Men kortini verður enn tosað um eina slíka. Trupulleikin er, at tað ljóðar sum um at summi halda, at útjavning snýr seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur – og so javna munin um alt landið!

Útjavning skal sostatt bara fremjast har, sum Havnin fær lutfalsliga meira skattakrónur burturúr ávísari vinnugrein, til dømis innan almenna fyrisiting – men útjavningin rennur ongantíð hinvegin, hóast Havnin í ólukkumát vantar inntøku frá øðrum vinnugreinum í mun til onnur, og hóast stórur partur av teimum, sum í dag arbeiða innan almenna fyrisiting í Havn, búgva og gjalda skatt í øðrum kommunum.

Finnur Havnin uppá okkurt nýtt, so skal tað javnast! Antin javnast við jørðina ella við útjaðaran. Og meðan landsstýrið fremur eitt slag av kommunalari útjavning gjøgnum býtið av fiskiloyvum – sum á pappírinum eru ogn Føroya fólks, meðan Havnin ongan lut fær í hesum ríkidømi, so má Havnin neyðturviliga leita sær aðrar inntøkur av sjónum, t.d. innan frakt og ferðafólk, sum er heilt natúrligt, tá mesta fraktin og flestu ferðafólkini vilja koma higar kortini.

Hyggja vit at inntøkugrundarlagnum kring landið, so er onki at javna. Inntøkan er hægst í eystara parti av Eysturoynni við 217 túsund og lægst í vestara partinum við 200. Í seinastuni hevur stór framgongd verið í Suðri, so munurin minkar alsamt og er vorðin væl minni enn við seinastu uppgerð.

Hyggja vit at lønarsumminum í almennu vinnugreinunum, so standa útgjaldingarnar fyri 43% í Suðurstreymoy og millum 33 og 38% í øllum hinum økjunum. Heldur onki at javna.

Tá myndin vendir hinvegin

Øll tey mongu, sum pendla til Havnar dagliga, njóta eisini væl av teimum tænastum og útbyggingum, sum Havnin bjóðar, tað verið seg vegir, parkeringspláss, ókeypis bussar, svimjihallir, bókasøvn og onnur tilboð, tænastur sum tey í veruleikanum fáa ókeypis, tí skattur teirra fellur í øðrum kommunum. Tað merkir, at hyggja vit at tí stóru myndini, so er ikki so stórur munur á, hvussu samlaði lønarsummurin er býttur. Men veruleikin er eisini, at umleið triðja hvør króna, sum vunnin verður í Havn, verður skattað aðrastaðni.


Vágarnar fáa 14% av sínum inntøkum frá flutningi - les flogferðslu - ímeðan Suðurstreymoy fær 2 % og Suðuroyggin og Norðoyggjar bert 1 %. Skal hetta eisini javnast? Er nøkur náttúrlóg sum sigur, at klaksvíkingar skulu eiga bróðurpartin av fólksins ogn og fáa 25% av sínum lønarinntøkum frá fiskivinnu, sum í Norðoyggjum fyri ein part er rikin við almennum pengum úr Føroyagrunninum? Skulu hesar inntøkur ikki javnast til høvuðsstaðin, sum bara fær 5% av sínum lønarinntøkum frá fiskivinnuni?

Vit kunnu blíva við, so at samlaða myndin av, hvussu býtið av skattainntøkuni av vinnugreinum í landinum verður býtt, vendir fullkomiliga – í so stóran mun, at ein útjavning hevði runnið til Havnar, og ikki øvugt. Tí ein triðingur av skattakrónunum rennir longu úr býnum! Eg havi varhugan av, at ongin áhugi verður fyri kommunalari útjavning, tá endaliga roknistykkið kemur á borðið.

Tað tykist, sum at Tórshavnar kommunu fær skyldina, líka mikið hvør trupulleikin er. T.d. sigur Norðlýsið, at ímeðan íløgur verða brúktar til fjant og fjas í Tórshavn, so hevur landsstýrið ikki ein gang ráð til at hava náttarvaktir á eldrabýlum runt um í landinum. Henda samanbering er burturvið.

Landið hevur ábyrgdina av rakstrinum á eldraøkinum, og eingin kommunal útjavning hevði hjálpt uppá støðuna á eldraøkinum. Norðlýsið kundi møguliga gjørt eina samanbering av íløgunum í tunlarnar norður um fjall og støðuna á eldraøkinum, tá hevði um ikki annað verið talan um sama kassa, nevniliga landskassan, hóast slíkar samanberingar heldur ikki eru rímiligar. Men at lasta kommunurnar fyri støðuna á eldraøkinum er burturvið.

Útjavning og serskattaskipanir

Seinastu dagførdu skattatølini frá TAKS frá 2011, ið gera inntøkugrundarlagi upp ímun til tey 9 økini, sum mælt var til í seinasta kommunuálitinum, vísa, at burtursæð frá Sandoyarøkinum og partvíst Suðuroynni, so er ikki stórvegis munur í inntøkunum hjá hinum kommununum.

Tá ið víst verður til, at øll okkara grannalond hava ein útjavningarskipan, er eisini neyðugt at vísa á, at kommunurnar í okkara grannalondum hava nógv størri og tyngri uppgávur enn tær føroysku kommunurnar hava. T.d. er útreiðsluútjavningin í stóran mun knýtt at sosialum faktorum, so sum tal av arbeiðsleysum, pensjónistum, fyritíðarpensjonistum, fólki við øðrum etniskum uppruna o.s.fr., alt viðurskifti, sum í dag ikki er ábyrgd hjá teimum føroysku kommununum, og tískil heldur ikki kann verða orsøk til eina útjavningarskipan.

Tá ið talan er um yvirtøku av eldraøkinum, so hevur ætlanin alla tíðina verið, at fíggingin skal taka hædd fyri, at talið av eldri er ymiskt í teimum ymisku økinum í Føroyum. Hetta er í sjálvum sær ein útjavning. Eisini hevur alla tíðin verið ætlanin, at ein serskipan skal verða fyri Sandoynna, sum við yvirtøkuni av eldraøkinum kemur at hava serligar stórar avbjóðingar.

Størsti trupulleikin hjá kommunala geiranum í dag eru serskattaskipaninar, sum serliga raka kommunurnar við einum lágum inntøkugrundarlagi. At fáa hesar serskattskipanir burturúr kommunuskattinum og lagdar í landskassan, var mælt til í kommunuálitinum frá 2009 og er eisini nakað, ið arbeitt verður við í fyrireikingunum at leggja eldraøkið til kommunurnar. Saman við eini serskattaskipan fyri Sandoynna, so verður munur í inntøkugrundarlagnum millum ymisku økini í Føroyum minimeraður.

Hetta er ein nógv betur loysn enn ein torskild útjavningarskipan, ið fer at gera seg inn á frælsi kommunurnar.

Vit megna at raðfesta

At Tórshavnar kommuna kann gera aðrar íløgur í trivnað, ítróttarannlegg v.m., ið ofta koma øllum borgarum landsins til góðar, er tí at kommunan frammanundan í langa tí hevur raðfest grundleggjandi íløgur so sum kloakkskipan, sum nú er dagførd, dagstovnar, ellisheim og skúlar.

Haraftrat hava vit gjørt tað, sum tað tíverri sær út til at landsins stjórn ikki torir: vit hava raðfest. Ikki við at gera onkra súmbolska, úrslitaleysa skerjing í miðfyrisitingini, men við at fremja sparingar í rakstrinum á nógvum økjum. Umraðfestingar, sum hava rakt bæði tænastur og starvsfólk, men vit hava framt tær so at siga uttan svørðsslag, tí politiskt hava vit í býráðnum funnið fram til semjur um hvussu vit skuldu umraðfesta, vit hava staðið saman um hesar semjur politiskt, hóast tað ikki altíð hevur verið lætt, og umsitingin hevur havt hegni til at fremja tær í verki so at siga heilt eftir bókini.

Heldur enn at øvunda áttu vit at fegnast um, at vit hava ein sterkan høvuðsstað, sum megnar at raðfesta, so vit kunnu gera hesar íløgur, ein høvuðsstað, sum kann virka savnandi, og sum føroyingar kunna vera stoltir av og fáa gagn av.

Skrivingin hjá Norðlýsinum hevur eittans endamál, at seta øki og kommunur í landinum upp ímóti hvørjum øðrum, og at sáa misnøgd og øvundsjúku fyri einhvønn prís. Hetta er ikki føroyingum ella Føroyum at gagni.

Ein partur av kjakinum snýr seg um solidaritet sum eitt ideal, hetta at ágóðar skulu býtast javnt, hetta at skattainntøkur skulu brúkast til at menna útjaðaran. Hetta ideal brúka vit longu í Tórshavnar kommunu. Vit hava okkara egnu útjaðaraøki at menna, og tað royna vit eisini av øllum alvi. Men ein útjavning av skattainntøkuni frá almenna sektorinum er púra órealistiskt, um hetta skal gerast útfrá einum solidariskum sjónarmiði.

Skulu vit tosa solidariskt, so mugu allar inntøkur og skattaágóði av øllum virksemi roknast við. So má eisini innroknast, at triðja hvør króna, forvunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni. So má eisini innroknast, at aðrir landspartar hava lutfalsliga munandi størri inntøku av øðrum alment stýrdum vinnugreinum enn Havnin – t.d. mugu vit umhugsa at býta skattakrónurnar av fiskinum – fólksins ogn – so javnt millum allar føroyingar.

Í einum slíkum samlaðum roknistykki hevði verið øgiliga skjótt, at javningin hevði runnið “skeivan” veg. Til Havnar.

Heðin Mortensen

borgarstjóri