Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javni á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum

Aldursmarkið 18-67 ár, BPA og fleksiblari stuðulsskipan.

Í kjalarvørrinum av neyðarrópinum í Sosialinum tann 13. des. 2013 um Malenu Arnholdsdóttir og son hennara Ólav M. Eliassen var Javni í seinastu viku á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum.

Umframt Malenu og Ólav, eru fleiri í líknandi støðu, sum líða undir, at vælferðarsamfelagið Føroyar ikki livir upp til ST-sáttmálan, at geva fólki virðilig kor og valmøguleika, tá tað kemur til bústað og tænastu. T.d. kenna vit fólk við fjølbreki og seinheilaskaða, har tænastan als ikki tilletur, at tey og avvarðandi fáa livað eitt vanligt lív.

Tað vísir seg, at um eitt bústaðatilboð ikki hóskar einum persóni, sum er yvir 18 ár, so heldur stuðul til umsorgan uppat.

Hvat er trupulleikin?

Yvirorðnaði trupulleikin er aldursmarkið 18 - 67 ár. Tá ein persónur fer frá barnaøkinum yvir í vaksnamannaøkið heldur skyldan hjá tí almenna yvirfyri familjuni uppat. Harumframt gera siðvenjur í Almannaverkinum seg eisini galdandi t.d. viðvíkjandi stuðulsskipanini.

Um onki bústaðatilboð er, sum hóskar til viðkomandi, verður hann noyddur at búgva í barndómsheiminum. Umframt pensjón, fær viðkomandi kanska tilboð á vardum verkstaði og nakrar fáar stuðulstímar. Søgan um støðuna hjá Malenu og Ólavi er eitt gott dømi um, hvussu galið tað kann ganga. Heilsustøðan hjá Ólavi ger, at hann tíðum noyðist at vera heima frá arbeiðnum á varda verkstaðnum. Tá hevur hann tørv á at hava kompetentan persón hjá sær.

Av tí, at heilsustøðan hjá honum er av slíkum slagi, at tað ikki ber til at leggja til rættis frammanundan, nær tørvur verður á hesum umsorganarpersóni, so hevur Almannaverkið ikki megnað at sett stuðulsskipan inn, sum kundi gera tað møguligt, at Malena bleiv meira støðug arbeiðskraft. Malena hevur ikki kunnað havt lønt arbeiði á sínum arbeiðsplássi í meira enn fýra ár. Tey bæði hava tí verið noydd til at liva av hansara pensjón og røktarviðbót. Tað sigur seg sjálvt, at ein almannaveiting, sum er ætlað einum fyritíðarpensjonisti ikki røkkur til tvey at liva fyri.

Frá fyrsta degi, fyri meira enn fýra árum síðani, hevur Malena søkt um at fáa okkurt endurgjald. Tosað hevur verið við øll starvsfólka- og leiðsluløg, heilt frá gólvinum og til landsstýrismannin í almannamálum og tosið hevur snúð seg um allar hugsandi loysnir. Men NEI. Har er onki at heinta!

Kunngerðin um ansingarløn, verður bara veitt til avvarðandi at persónum undir 18 ella yvir 67 ár.

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku er ætlað foreldum at børnum undir 18 ár.

At gerast stuðul hjá sínum egnu? Stuðulsskipanin fyri vaksin hevur heimild úr §32 í forsorgarlógini. Ongin lóg ella onnur forskrift forðar fyri, at avvarðandi gerast stuðlar hjá sínum egnu, um tað er tann besta loysnin her og nú. Men NEI; her hevur Almannaverkið gjørt av, at tað ber ikki til við teirri grundgeving, at tað hevur verið okkurt dømi, har tann loysnin var óheppin. Altso ein siðvenja, sum ST-sáttmálin ávarðar ímóti.

Hvat er at gera?

Ein loysn kundi verið at loyst upp fyri 18-67 ára aldursmarkinum. Soleiðis kundu avvarðandi at fólki við menningartarni, sum ikki fáa nøktandi almenn tilboð, fingið antin fyri mista arbeiðsinntøku, ansingarløn ella gjørdust stuðul hjá sínum, tá ið viðurskiftini gera tað neyðugt.

Afturat vanligu stuðulstænastuni eigur at verða møguligt at velja tann í okkara grannalondum sera vældámda BPA stuðulin. BPA stendur fyri Borgarastýrd Persónlig Atstøða (assistansa). Tað er ein stuðulstænasta, sum verður goldin úr sama kassa, sum vanliga stuðulsskipanin. Munurin á hesum báðum stuðulstænastunum er, at í BPA stendur borgarin við róðrið. Hann velur sín stuðul/stuðlar, hann velur nær stuðulin skal brúkast og hvussu. Í øllum okkara grannalondum veitir lóggávan karmar fyri BPA. Javni ynskir inniliga, at føroyingar eisini skulu hava møguleika at velja BPA tænastu.

Niðurstøða

Á fundinum segði landsstýriskvinnan, at sjálvandi skuldi tað verða møguligt hjá avvarðandi at verða stuðul, um tað er tann besta loysnin. OK... hví so ikki byrja beinanvegin?

Á fundinum bleiv eisini gjørd niðurstøða um, at tvey fólk úr Almannamálaráðnum saman við fólki úr Almannaverkinum innan ein mánað skulu hava funnið ein leist fyri, hvussu ein royndarverkætlan við BPA skal síggja út og nær hon kann byrja. Javni fær fundarinnkalling umleið ½ februar. Og tá síggja vit fram til at Malena og tey og fleiri við teimum, fáa loysn á óhaldbaru støðunum tey eru í.