Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JAVNI Á FÓLKAFUNDINUM 2013

Javni luttekur á Fólkafundinum 2013. Hetta er eitt gylt høvi at hitta limir, samstarvsfelagar, eins og politikarar og embætisfólk. Vit hava eina rúgvu upp á hjartað. Tað, sum fyllir nógv hjá okkum í løtuni, eru evnini bústaðaviðurskifti, inklusión í dagstovnum og skúla og miðnámsskúli.

Bústaðir

Vísandi til ítøkiliga átakið hjá Bústøðum at savna inn umsóknir til leigubústaðir, mugu vit siga, at broyting hómast á bústaðaøkinum. Tað eru vit serstakliga spent uppá. Javni hevur eisini fingið áheitan frá Almannaverki, um at heita á okkara limir at skriva seg á listan leigubústað hjá Bústøðum. Enn er ógreitt, hvussu bústaðir verða tillutaðir til fólk, ið tørva nógva tænastu. Men sambært bæði Almannaverki og Bústøðum er týdningarmikið at skriva seg upp. Sjálvandi er neyðugt samstundis at lýsa, hvør tørvurin er á tænastu, og um serlig atlit eiga at verða tikin til slag av bústaði. Eitt nú um pláss skal vera fyri hjálpartólum. Út frá listanum av umsóknum, síggja myndugleikarnir, hvar tørvurin er mest átroðkandi.

Sambært grein 19 í ST-sáttmálanum um at liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið, skulu fólk ið bera brek:

• Sleppa at velja sær bústað

• Sleppa at velja hvar hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva

• Ikki verða noydd at liva í serligum bústøðum

• Kunna brúka nógvar ymiskar stuðulstænastur – millum aðrar persónliga atstøðu.

Sum felagsskapur kunnu vit tí ikki góðtaka, um fólk við tørvi á nógvari tænastu, noyðast at búgva í serligum bústøðum. Tey hava fullgóðan rætt til tænastu, hóast teirra ynski er at búgva í egnari íbúð.

Dagstovna- og skúlaøkið

Sambært ST-breksáttmálanum og -barnasáttmálanum skulu børn við skerdum førleika hava somu rættindi og sømdir, sum onnur. Tað inniber, at samfelagsskipanin inkluderar hesi børn í somu tilboð, sum onnur børn í økinum fáa.

Grein 24 í ST-sáttmálanum um útbúgving ásetir, at limalondini skulu tryggja:

• at fólk, ið bera brek hava sama rætt til útbúgving sum onnur

• at útbúgvingarskipanin er inkluderandi á øllum stigum

• at fólk, ið bera brek verða ikki útihýst úr vanligu útbúgvingarskipanini

• at fólk, ið bera brek fáa neyðugan stuðul innan skúlagátt

• at umhvørvið tryggjar fakliga og sosiala menning í samsvari við endamálið, sum er heilt og fult at verða tikin uppí.

Tað knípir ofta at fáa veruliga inklusión. Tað knípir eisini ofta at náa endamálinum, heilt og fult at verða tikin uppí. Tó vita vit, at tað finnast sólskinssøgur. Vit hava eina rúgvu av eldhugaðum starvsfólkum innan dagstovna- og skúlaøkið, sum gera eitt megnararbeiði, til tess at børn við serligum avbjóðingum á dagstovnum og skúlum skulu fáa eitt gott tilboð.

Tó eru viðurskifti, sum kunnu gera umstøðurnar torførar. Tað kann snúgva seg um hugburð, vitan, amboð, vana, starvsfólkaorku, fysiskar karmar og mangt annað.

Vit fara tí at nýta høvið á Fólkafundinum at skipa fyri einum pallborðsfundi um inclusion. Heitið á fundinum er Hin góða tilgongdin. Fundurin verður fríggjadagin kl. 16.30 í eventhøli 3. Í pallborðinum verða umboð fyri dagstovnaøkið, skúlaøkið, sernámsfrøðiliga økið, foreldur og fyrrverandi næmingur.

Miðnámsskúlaøkið

Javni hevur nú í nøkur ár arbeitt við at fáa skaffað miðnámsskúlatilboð til næmingar við menningartarni. Sum er, er bert eitt skúlatilboð til ung við menningartarni eftir fólkaskúlan. Tað nøktar als ikki tørvin, tí tilboðið tekur í mesta lagi 10 næmingar inn triðja hvørt ár.

Tað seinasta nýggja hesum viðvíkjandi er, at Javni saman við MMR og øðrum hevur verið námsferð í Íslandi fyri at kanna teirra skúlaskipan. Tað var ein sera áhugaverd námsferð, sum týðiliga vísir, at tað ber til, um mann vil  Tað týdningarmesta snýr seg um hugburð og hjartalag. Men tað skerst ikki burtur, at vitan, amboð og starvsfólkaorka skal til. Og tá vit fyri fleiri árum síðani hava ratifiserað ST-sáttmálan, so hava vit samstundis viðurkent, at hetta er eitt øki, sum skal raðfestast. Vit eru bjartskygd, og vænta, at okkara næmingar fara at fáa miðnámskúlatilboð innan heilt stutta tíð.

Verið vælkomin til pallborðsfundin og/ella kom og fá eitt óformelt prát við okkum á básinum.

Javni, 17.09.13

Sigrun Wardum