Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JAVNA-Jólagudstænastur

Níggjunda árið á rað skipar Javni fyri Jólagudstænastum kring landið.

Ásannandi, at øll eiga at hava møguleika at koma í Gudshús, skipaðu økisnevndirnar í Javna fyri fyrstu gudstænastunum kring landið í desember 2003. Vælvitandi, at øll eru vælkomin til gudstænastur, hvar tær enn eru, so man mangur okkara ásanna, at ORÐIÐ kann verða torskilt. Hetta var orsøkin til, at Javni tók stig til gudstænastur har boðskapurin verður borin fram á ein einfaldan hátt, so flest møgulig hava møguleika at fata hann.

Javni er eitt átrúnaðarliga óheft felag. Við hesum royna vit at arbeiða soleiðis, at øll skulu kunna kenna seg aftur í teimum tiltøkum vit arbeiða við. Tí verða umframt fólkakirkjuna eisini onnur trúarsamfeløg nýtt til okkara gudstænastur. Vit gleðast um vælvildina, sum verður víst okkum frá kirkjum og samkomuhúsum.

Gudstænasturnar í ár verða á hesum støðum:

Vágar:

Mikudagin 7. des. kl. 19 í Kedron í Sørvági

Suðurstreymoy:

Mánadagin 12. des. kl. 17.30 í Ebenezer. Inngongd fyri persónar í koyristóli er frá Bøkjarabrekku.

Eysturoy:

Hósdagin 15. des. kl. 19 í Glyvra kirkju.

Norðoyggjar:

Mánadagin 19. des. kl. 19.30 í Christianskirkjuni.

Suðuroy:

Verður kunngjørt seinni

Drekkamuður verður at fáa eftir gudstænasturnar :) ØLL eru hjartaliga vælkomin.