Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JAVNAÐARFLOKKURIN SETUR ÁHUGAMÁL FØROYA Í VANDA

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Við mótstríðandi útmeldingum í føroyskum og útlendskum fjølmiðlum hevur Javnaðarflokkurin í Fólkatinginum helst gjørt størri skaða enn gagn fyri føroysk áhugamál í makrelmálinum.

Javnaðarflokkinum í Fólkatinginum eigur nú at gevast við at grugga makrelmálið fyri ikki at seta áhugamál Føroya í størri vanda, enn talan longu er um.** Hetta má standa øllum greitt, eftir at fólkatingsmaður floksins í samfullar seks mánaðir hevur sent út mótstríðandi boðskapir og útmeldingar um málið bæði innan- og uttanlands.

Makrelmálið - bæði samráðingar, áseting av kvotu, revsitiltøk frá ES og Noreg o.s.fr. - er eitt mál fyri Landsstýrið. Hetta er eitt mál millum Føroyar og Ísland øðrumegin og ES og Noreg hinumegin.** Tað eigur Javnaðarflokkurin í Fólkatinginum at skilja og virða.

Mótstríðandi útmeldingar

Seinasta markeringin hjá Javnaðarflokkinum í Fólkatinginum hevur útspælt seg í kulørtu pressuni í Danmark hesa vikuna.

Í "Ekstra Bladet" er fólkatingsmaður Javnaðarfloksins endurgivin fyri at vilja fella stjórnina hjá Helle Thorning-Schmidt við støði í makrelmálinum.

Hetta samsvarar við tað, sum hann upplýsti fyri Portalinum 29. februar. Tá var hann sinnaður at taka sín stuðul til Thorning-stjórnina aftur. "Sjúrður hóttir stjórnina", stóð skrivað.

Men so kom ein politisk kúvending - aftur í "Ekstra Bladet".

Eftir at Dansk Folkeparti hevði sagt sína hugsan um hóttanina hjá fólkatingsmanni Javnaðarfloksins - kom ein afturtøka, eitt dementi, frá fólkatingsmanninum. Nú hevði Javnaðarflokkurin kortini ikki sagt nakað um at fella stjórnina.

Í Føroyum vita vit, at hetta er ikki í tráð við veruleikan.

Óheppið fyri umdømið

Hetta frættist sjálvandi víða - í Danmark og úti í Europa. Signalið er óheppið. Í útlandinum verður uttan iva spurt, hví vinglað verður millum politiskar útsagnir og støðutakanir í makrelmálinum. Hví verður talað við fleiri tungum?

Spurnartekin verður sett við føroyska viljan og umdømið. Tað er sjálvandi sera óheppið.

Yvirlit yvir mótstríðandi útmeldingar

Fyri ein góðan ordans skyld er her niðanfyri eitt stutt yvirlit yvir útmeldingar, ið Javnaðarflokkurin í Fólkatinginum (JF) er komin við um makrelmálið:

19. sept. 2011:

JF staðfestir í tíðindaskrivi, at hann hevur tryggjað Føroyum "maksimala ávirkan á Fólkatingi", eftir at samstarvsavtala er gjørd við Thorning-stjórnina.

19. sept. 2011:

Í sama tíðindaskrivi melda Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale út, at JF ætlar sær at "ávirka og broyta støðuna fyrst hjá donskum myndugleikum og síðani ES".

11. nov. 2011:

JF-fólkatingsmaðurin sigur í Kringvarpinum, at nú fer Thorning-stjórnin at finna eina diplomatiska loysn á spurninginum um ES-revsitiltøk.

10. jan. 2012:

JF-fólkatingssmaðurin veit at siga, at Thorning-stjórnin fer at tryggja, at møgulig ES-revsitiltøk verða mjúkari, enn fryktað varð fyri.

29. febr. 2012:

Eftir at tekin eru um, at ES-revsitiltøkini verða harðari - ikki mjúkari - enn ætlað, hóttir JF-fólkatingsmaðurin Thorning-stjórnina. Við Portalin sigur hann, at um sosialdemokratar í ES-parlamentinum ikki eru ímíti ES-revsitiltøkum, "so stuðli eg ikki donsku stjórnini".

15. mars 2012:

JF-fólkatingsmaðurin greiðir avgjørdur frá, at hann hevur "eitt mark fyri samstarvinum við stjórnina".

19. mars 2012:

Ekstra Bladet endurgevur JF-fólkatingsmannin fyri at vilja fella Thorning-stjórnina við støði í makrel-málinum. Søren Espersen, fólkatingsmaður úr Dansk Folkeparti, skýrir hetta "bluff", og eftir tað dementerar JF-fólkatingsmaðurin upplýsingarnar.

21. mars 2012:

Í grein skrivar JF-fólkatingsmaðurin m.a., at ES skal fáast at halda WTO-reglur.

Til hetta seinasta er at siga, at tað má metast sum ein sjálvfylgiligheit, at WTO-reglur skulu virðast.

Eitt mál fyri Landsstýrið

Yvirlitið omanfyri gevur meira enn eina ábending um, at her verður gruggað í ólukku mát.

Á Christiansborg er eisini týðiligt, at føroyska positiónin í málinum í besta føri er vorðin ógreið.

Tað, sum tó er púra greitt, er, at um ES setur í verk revsitiltøk ímóti Føroyum, so kann Javnaðarflokkurin í Fólkatinginum ikki longur forsvara at vera parlamentariskt grundarlag undir Thorning-stjórnini longur.

Um Javnaðarflokkurin kortini heldur fram at stuðla Thorning-stjórnini, kann hetta ikki fatast øðrvísi enn, at Javnaðarflokkurin og fólkatingsmaður floksins stuðla revsitiltøkunum ímóti Føroyum.

Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum eigur nú at gera Føroyum ta tænastu at lata Landsstýrið reka fiskivinnupolitikk Føroya.

Sambandsflokkurin á Christiansborg

Edmund Joensen, fólkatingsmaður