Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Í einum lesarabrævi í farnu viku gjørdi eg vart við, at ein lýsing, sum Javnaðarflokkurin hevði í miðlunum undan jólum, bygdi á skeiv tøl. Lýsingin snúði seg um vøksturin í fólkatalinum, sum hevur verið tey seinastu árini, og flokkurin gav sitandi samgongu æruna fyri, at gongdin er vend frá fólkaminking til fólkavøkstur. Men tøl frá Hagstovuni vísa greitt, at gongdin í fólkatalinum er ikki vendi í hesum valskeiðinum, men hon vendi longu í undanfarna valskeiði.

Nú skuldi ein trúð, at Javnaðarflokkurin viðgekk, at tey høvdu tikið feil, men so var ikki. Í einum lesarabrævi fríggjadagin roynir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksins, at halda fast við, at flokkurin hevur ikki brúkt skeiv tøl. Hon megnar tó ikki á nakran hátt at mótprógva tølini hjá Hagstovuni. Hon velur tí ístaðin at vísa á, at ”tilflytingin er methøg.” - Tað er heldur ikki heilt rætt, tí tað er nettotilflytingin, sum er methøg. Men tað mótprógvar tó framvegis ikki, at skiftið frá netto fráflyting til netto tilflyting hendi áðrenn valið. 

Og tí er tað løgið, at Helena skrivar: ”Fyri Javnaðarflokkin hevði tað undan seinasta vali stóran týdning av venda fráflyting til tilfyting.” Her vóru tey altso ov sein á sjóvarfallinum. Skiftið var longu hent áðrenn valið varð útskrivað.   

Føroyar høvdu eina netto fráflyting til og við 2013, og síðani 2014 hava vit havt netto tilflyting. Árini við minkandi fólkatali endaðu meðan undanfarna samgonga sat við valdið. 

Mótsiga sær sjálvum
Tá eg sá greinina hjá Helenum Dam á Neystabø, gjørdi eg vart við feilin í eini viðmerking á facebook. Tað gekk ein lítil løta so svaraði Javnaðarflokkurin aftur. Flokkurin skrivaði millum annað:

”Hasi tølini gera ikki annað enn at staðfesta tað Javnaðarflokkurin sigur – nevniliga at vit hava vent nettofráflyting til nettotilflyting. Gamaní var tilflytingin størri enn fráflytingin seinasta árið av tykkara samgonguskeiði...”

Hvussu kann ein politiskur flokkur fáa seg til at siga slíkt? Um tilflytingin var størri enn fráflytingin, so kann tað ikki merkja annað enn, at gongdin longu tá var vend.

So eg má endurtaka tað, sum eg segði í fyrru greinini: Tað ger einki um politiskir flokkar eru skemtiligir – men brúkið bara røtt tøl.  

Helgi Abrahamsen