Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Javnaálmanakkin fyri 2014

Álmanakkin verður komandi vikurnar seldur kring landið

Álmanakkin fyri 2014 er nú komin í húsið og eru vit sera fegin um úrslitið. Serliga takkað verið myndaevnunum, sum vildu lata seg avmynda til álmanakkan. Stóra takk fyri tað.

Sniðið er hin vælumtókti familjuálmanakkin, har fýra persónar hava møguleika at skriva avtalur.

Evnið í nýggja álmanakkanum er arbeiði - við serligum áhuga í vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Prísurin er kr. 100 fyri hvønn.

Komandi vikurnar fara Javnavinir at selja álmanakkan við dyrnar kring landið og vóna vit inniliga, at fólk taka væl ímóti okkara seljarum sum vant.

Orsøkin til valda evnið

Arbeiði hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. Eisini fólki við menningartarni.

• arbeiði er við til at skapa okkara identitet

• arbeiði gevur meining og kensluna av at hoyra til

• arbeiði gevur møguleika fyri at vera kreativur, skapandi og at avrika

• arbeiðsplássið er ein pallur fyri persónligari menning og læring

• arbeiðsplássið gevur møguleika fyri at skapa vinarløg

• arbeiði gevur tryggleika

• arbeiðslívið gevur stór virði í gerandisdegnum bæði persónlig og samfelagslig

Onnur orsøk til valda evni er, at lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk bleiv sett í gildi fyrr í ár. Hendan lógin gevur veruligar møguleikar fyri at fólk við menningartarni sleppa at royna seg á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Vit hava valt at draga fram teir mest viðkomandi partarnar hvat fólki við menningartarni viðvíkur. Teir eru:

Virknisvenjing er fyri tey, sum av onkrari orsøk eru arbeiðsleys. Virknisvenjin skal gera tað lættari at fáa arbeiði. Virknisvenjing kann vera skipað sum arbeiðstilboð á vanliga arbeiðsmarknaðinum ella sum styttri ella longri skeið.

Arbeiðsbúgving er ein fyriskipan, sum væntandi kemur at verða nógv nýtt til fólk við menningartarni. Tað er hendan greinin, sum m.a. snýr seg um "arbeiðsvening á vanliga arbeiðsmarknaðinum" og "Avklárandi fyriskipan", við tí fyri eyga at finna fram til hvør skipan hóskar best til júst hendan persónin.

Leiðbeinaraskipan letur upp fyri, at arbeiðspláss kunnu fáa endurgjald fyri útreiðslur til leiðbeinara, tá tað er ein treyt fyri at persónur kann fasthalda tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Tillagað starv er ætlað persónum, har arbeiðførleikin er niðursettur varðandi við minst einum triðingi. Persónar, sum hava tillagað starv, fáa løn frá arbeiðsgevaranum, su so fær endurgjald fyri part av lønini.

Tað er okkara vón, at boðskapurin í álmanakkanum kann skapa forvitni og dirvi hjá arbeiðsgevarum at lata dyrnar upp fyri fólki við menningartarni. Tí kanningar vísa, at hesi fólk

• eru álítandi og hugagóð arbeiðsmegi

• eru trúføst arbeiðsmegi

• geva gott arbeiðsumhvørvi

• geva arbeiðsplássum gott umdømi

Vanligi hugsunarhátturin er, at tú fert at fáa útreiðslur og meirarbeiði av at seta ein persón við menningartarni í starv. Virkir, ið kortini hava roynt tað, greiða frá, at fordómarnir, ið tey høvdu, hava sera lítið við veruleikan at gera.

Vit fara tí at heita inniliga á føroyingar um at keypa álmanakkan og harvið verða við til at breiða boðskapin úr millum manna. Hervið stuðla tit eisini Javna, sum er felag teirra við menningartarni og familjum teirra.

Takk fyri tín stuðul.