Javna-álmanakkin fyri 2012
Í endanum av vikuni og einar tvær vikur fram fara javnastuðlar at ganga frá hurð til hurð at selja javnaálmanakkan.
Álmanakkin, sum kostar 100 kr. er eitt sera týdningarmikið íkast til fíggjarstøðu felagsins. Tað skal tí vera okkara ynski, at tikið verður væl ímóti seljarunum, sum so trúgvir aftur í ár fara at ganga frá hurð til hurð. Vit hava fingið eina rúgvu av fólki at hjálpa til við søluni fyri at náa so víða sum gjørligt í ásetta tíðarskeiðnum. Skuldi tað hent, at tit ikki eru inni, so ber eisini til at keypa álmanakkan á skrivstovuni á Hoydalsvegi 40.
Vit vilja eisini nýta høvið at takka okkara trúgvu lýsarum, sum gera álmanakkaútgávuna møguliga.
Umframt at verða neyðugt íkast til fíggjastøðu felagsins, er endamálið við Javna-álmanakkanum at varpa ljós á umstøðurnar hjá fólki við menningartarni og teimum ið standa teimum nær, tað veri seg familja og skyldfólk ella starvsfólk í ymisku sektorunum.
Álmanakkin fyri 2012 samlar tað besta frá teimum undanfarnu. Vælumtókta familju- álmanakkaskapið er varðveitt, har fýra persónar kunnu notera avtalur og tílíkt. Evnið í álmanakkanum er "skúlatilboð eftir fólkaskúlan". Saman við herligum myndum av positivum persónum, lýsir álmanakkin verandi skúlatilboð á Eftirskúlanum Rásini og ynskir felagsins til fleiri útbúgvingartilboð. Herumframt lýsa vit virki felagsins og veita kontaktupplýsingar hjá starvs- og økisnevndarlimum.
Vit eru sjálvi væl nøgd við úrslitið, sum ber postitivan boðskap um, at ávirkanin, sum Javni hevur havt á hesi viðurskifti, hevur borið ávøkst. Tó so, hetta økið kann gerast nógv betur. Vit ynskja, at útbúgvingartilboðini til fólk við menningartarni gerast nógv fleiri.
Ungdómar við menningartarni eiga at hava eins nógvar valmøguleikar til útbúgving, sum aðrir føroyskir ungdómar. Við vón um góða móttøku
Vegna Javna
Sigrun Wardum, forkvinna