Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Játtanir til bátafeløg og rennibreyt

Jógvan Arge, býráðslimur:

Bátafelagið í Havn ætlar at bøta um sínar umstøður í Vágsbotni. Felagið hevur gomlu húsini hjá Mjólkarforsýningini uttan fyri Kaffihúsið og ætlar at byggja nýtt. Til tess hevur felagið søkt Tórshavnar kommunu um stuðul.

Mentamálanevndin hevur samtykt at játta 2,4 mió kr í stuðli til íløguna. Tað svarar til ein triðing, upplýsir formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge. Fyrrverandi býararkitekturin Gunnar Hoydal hevur teknað nýggja húsið, sum fer at hóska væl í húsagarðinum undir Bryggjubakka

Mentamálanevndin hevur eisini samtykt at játta Argja Róðrarfelag eitt ískoyti til útbygging av kappróðrarneystinum á Argjum. Neystið verður bygt út sduðureftir, tí virksemið í felagnum er so stórt, at tað er farið at knípa at hýsa øllum bátum og venjingum.

Mentamálanevndin hevur somuleiðis samtykt at bjóða út arbeiðið at gera teknikkhús á Tórsbreyt. Hetta hús, sum verður áraka mállinjuna, skal hýsa tólum til tíðtøku og øðrum tólum, sum neyðug eru til kappingar í frælsum ítrótti.

Húsið á málinum er neyðugur útbúnaður á rennibreytini, og haðani verður gott útsýni um alla breytina. 

 ---