Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Játtanin til Kalsoynna skorin 33%

Í broytingaruppskotinum til fíggjarlógina 2016 hjá landsstýrinum, sæst, at játtanin til vega- og tunnilsgerð í Kalsoynni fer úr 3 mió. kr. niður í 2 mió.kr.

Hóast Javnaðarflokkurin, sum umsitur vegir og tunlar í landsstýrinum fekk triðingin av atkvøðunum í Kalsoynni á Løgtingsvalinum 1. september (18 av 66), verður játtanin skorin við á leið sama lutfalli (33%), við negativum fortekni.

Fái meg illa at trúgva, at broytingin er tilætlað. Talan má vera um ein feil, ella í øllum førum nakað, ið verður broytt í Fíggjarnevndini.

Drúgv søga

Í 1972 varð farið undir at gera veg og seinni tunlar av Húsum norður til Mikladals, og í 1986 varð skotið ígjøgnum til Trøllanes. Í 2005 varð ferjulegan á Syðradali tikin í nýtslu. 

Sostatt er nógv gjørt, og tað er gleðiligt. Men hóast drúgva søguna, er arbeiðið í oynni ikki liðugt. Av somu orsøk hevur tað týdning, at Løgtingið játtar neyðuga peningin, so arbeiðið kann fáast frá hondini so skjótt sum tað nú einaferð ber til. Tí eigur játtanin ikki at lækka.  

Játtan av bygd í bý

Samstundis sum íløgujáttanin til Kalsoynna lækkar,  og avgerð er tikin um at leggja bíligt asfalt á vegirnar, verður nýtt samferðslumálaráð, stovnsett í miðstaðarøkinum fyri 4,5 mió. kr., umframt landsstýrismannalønina.

Nólsoyggin er eisini rakt. Tí avgerð er tikin um, at eingin nýggj Nólsoyarferja verður bygd. Tær góðu 20 mió.kr., sum vóru játtaðar til endamálið í 2015, fara í staðin til keyp av bygningi til skjótt vaksandi miðfyrisitingina í Tinganesi.

Haldi hetta er ein ódámlig gongd.

Bjørn Kalsø
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin