Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Játtanin til børnini verður ikki skerd

Forkvinnan í Føroya Pædagokfelag harmast um, at Tórshavnar kommuna ætlar at spara 700 krónur pr. barn á barnaansingarøkinum næsta ár.

Skilji væl hennara frustratiónir, tí var hetta útlitið fyri barnaansingina næsta ár, so sá hetta ikki væl út og samsvaraði illa við hugburðin, sum býráðsmeirilutin hevur í slíkum málum.

Kann ugga Maud Wang Hansen og øll onnur við, at tað verður ikki undir nøkrum umstøðum talan um at seta játtanina til dagstovnarnar niður við 700 krónum pr. barn í komandi fíggjarætlan.

Tí stendur býráðsmeirilutin inni fyri.

Víst er lagt upp til eina slíka sparing í upprunaliga tilmælinum til fíggjarætlan fyri 2012, men undir politisku viðgerðini, sum higartil er farin fram, er gjørt púra greitt, at hendan ætlan fær ikki undirtøku.

Tær 700 krónurnar pr. barn verða framvegis á fíggjarætlanini, sum verður endaliga samtykt seinni í mánaðinum.

Vinarlig heilsan

Jógvan Arge

Formaður í Mentamálanevnd

Tórshavnar býráðs