![](/myndir/myndin-16171_r_705_0.jpg)
Játtanarkarmarnir verða lagdir fram
Fríggjadagin 23. mars 2018 kl. 10.00 fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja fram játtanarkarmarnar fyri 2019.
Játtanarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram í heyst.
Tíðindafundurin verður í fundarhølinum ”Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum.