Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Játtan til verkætlan um PFOS í matvørum

Innlendismálaráðið hevur játtað pening til verkætlan um at kanna PFOS í matvørum.

Perfluorevni, so sum PFOS, hava verið brúkt í sløkkiskúmi, impregnering av tekstili og pappíri (t.d. hamburgarawrappings). Hesi evni verða seint niðurbrotin og flytast loftvegis til okkara leiðir við regni umframt við havstreymum og livandi verum í sjónum.

Tað viðførir, at t.d. drekkivatn kann innihalda hesi evnini, uttan at hava verið beinleiðis í sambandi við perfluorviðgjørt tilfar, eins og sjófuglur, fiskur og hvalur. Endamálið við hesi verkætlan, er at gera kanningar av fiski og øðrum vørum, serliga úr tí “terrestriska” umhvørvinum, so sum eplum, drekkivatni, mjólk og mjólkarúrdráttum, sum vanliga ikki eru av týdningi, tá ið talan er um dálkingarevni, sum flytast langvegis frá.

Innlendismálaráðið hevur játtað pening til hesa verkætlan, sum er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna og Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Frágreiðing um úrslitini verður væntandi tøk seinast í 2012.