Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Játtan til ljóðbøkur

Tíðindi: Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta Ljóðbókanevndini 50.000 krónur til arbeiðið at framleiða ljóðbøkur. Tørvur er á nýggjari útgerð og betri hølum. Mentamálnevndin samtykti at játta stuðul til ta nýggju útgerðina, sigur nevndartformaðurin Jógvan Arge.

Ljóðbókanevndin sigur, at umframt tey gomlu sjónveiku eru skúlanæmingar við lesitrupulleikum ein vaksandi lánaraskari. Tað er ikki longur tabu at vera lesiveikur, og fleiri lesiveik fáa dirvi til at fara undir útbúgvingar, um teimum stendur í boði at fáa lærubøkur.

Í dag er tað ein viðurkendur mannarættur hjá øllum at hava atgongd til bókmentir, eisini lesiveikum.

Arbeiðið hjá Ljóðbókanevndini at framleiða ljóðbøkur hevur seinastu 18 árini verið mestsum sjálvboðið. Tað ber ikki til at nøkta tørvin á henda hátt í dag. Tí arbeiðir nevndin við at útvega betri arbeiðsumstøður bæði til upptøku, verkstað og goymslu, so at framleiðslan kann vaksa og koma fleiri fólkum til góða.