Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jaspur Langgaard spyr um tørvin á kommunulæknum

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 24. mars at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um tørvin á kommunulæknum

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.   Hvussu nógv kosta kommunulæknaavloysarar, samanborið við fast starvssettar kommunulæknar?

2.   Hvat er miðal normeringin av patientum í dag, og samsvarar hetta við tað, sum Kommunulæknafelagið mælir til, og er hetta á sama støðið sum í grannalondunum?

3.   Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum viðvíkjandi starvssetanum á kommunulæknaøkinum?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at tað er trot á kommunulæknum í Føroyum, og hevur verið tað í fleiri ár. Støðan er serliga ring í ávísum støðum í landinum. Tað er eisini higartil í stóran mun brúktar fyribilsloysnir og neyðloysnir, sum t.d. at seta avloysarar ár um ár.

Tí er spurningurin, hvat verður gjørt av tiltøkum ella átøkum fyri at útvega fleiri kommunulæknar og um tað, sum verður gjørt er nóg mikið ella rætt.

At enda sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at Kommunulæknafelagið hevur alment víst á tørvin og hevur mælt til at seta munandi meira pening av á løgtingsfíggjarlógini til endamálið og yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er kortini ikki møguligt at síggja, hvørja ítøkiliga langtíðarætlan landsstýrið hevur lagt júst á hesum økinum.

Undirritaði setir fram hendan fyrispurning, tí vit framvegis hava stórt læknatrot ymsa staðnis í landinum og enn er trupult at síggja framgongdina innan starvssetanir á kommunulæknaøkinum.

Sambandsflokkurin