Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jaspur Langgaard spyr um ferðsluna í Eysturoyartunlinum

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í gjár sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um ferðsluna í Eysturoyartunlinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvussu nógv akfør hava koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin, síðan hesin lat upp fyri almennari ferðslu 19. desember 2020?

2.    Hvussu ljóða tey allar nýggjastu ferðslutølini, t.e. dagliga, vikuliga og mánaðarliga?

3.    Hvussu nógv akfør metir Landsverk koyra longra teinin, umvegis Norðskálatunnilin?

4.    Hvussu nógv metir Landsverk, at samfelagsvirðið er minni enn tað kundi verið, við tað at nógv koyra longra teinin?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at áðrenn Eysturoyartunnilin bleiv liðugur metti Landsverk, at samfelagsvirðið fór at liggja um 100 mió. kr. árliga í spardari tíð, lægri bensinnýtslu, minni sliti á akfør og vegir og færri ferðsluóhappum, t.v.s. í tryggingum og heilsuverk o.a.

Tað hevur síðan verið nógv frammi alment, at nógv fólk velja Eysturoyartunnilin frá vegna ov høgt tunnilsgjald og koyra heldur longra teinin, umvegis Norðskálatunnilin. Sostatt er nakað, sum bendir á, at ferðslan í Eysturoyartunlinum er minni enn vænta.

At enda sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum tilber, og tað fær tað bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin