Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JARÐARFERÐIN HJÁ ZACHARIAS ZACHARIASSEN - ein stórfingin jarðarferð

Dan Klein --- 03.09.2017 - 09:07

Leygardagin 02. september, vóru 12 dagar síðani Zacharias Zachariassen andaðist, og ein vika síðani stórfingnu jarðarferðina. Beint eftir jarðarferðina byrjaði bíbliuskeiðið í Zarepta, sum hevur verið alla vikuna, og sum endar í sunnudagin. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

BÍBLIUSKEIÐIÐ
Tað hevur kenst løgið, at andlitið og røddin hjá Zacharias ikki hevur verið at sæð og hoyrt á bíbliuskeiðinum í ár, tí øll 55 árini, síðani skeiðini byrjaðu á Hafnia, hevur Zacharias verið har. Hetta var hansara fyrsta almenna átak í brøðrasamkomuni í Føroyum, beint eftir, at hann var komin  heim av bíbliuskúla í Onglandi í 1961. Tað er einki at ivast í, at tað eru væl fleiri enn 1000 ymisk menniskju, sum hava notið andaliga ágóðan av hesum átaki, sum enn er virksamt 55 ár seinni – Zacharias eigur stóra virðing fyri tað, sum liggur eftir hann!

Gott 100 fólk eru á bíbliuskeiðinum, og mikukvøldið var ein minnisløta hildin til heiðurs fyri minni eftir Zacharias Zachariassen. Familjan hjá Zacharias vitjaði í  Zarepta hetta kvøldið í samband við minnisløtuna, og tóku eisini lut. 

JARÐARFERÐIN
Jarðarferðin var úr Filadelfia í Gøtu leygardagin 26. august kl.13:00 Roknað varð við óvanliga nógvum fólki, og tí hevði stýrið í Gøtu Kirkju, sum er næsti granni hjá Filadelfia, givið loyvið at nýta kirkjuna sum eykahøli. Stórskýggjar vórðu settir upp í kjallaranum í Filadelfia, og somuleiðis í kirkjuni og í kirkjukjallaranum. Í øllum fýra hølunum var fullsett við fólki. Onkustaðni millum 1.200 og 1.400 fólk vóru til jarðarferðina, sum eisini varð send beinleiðis yvir netvarpið, har fleiri enn 1.300 fólk upplivdu jarðarferðina live – Gøtu Kirkja eigur stóra tøkk fyri hesa vælvild sýnd minninum eftir ein av stóru synum Føroya!

Sum hóskandi byrjan til jarðarferðina, varð sangurin - Eg hoyrdi einglasong – sungin. Zacharias týddi sangin fyri nógvum árum síðani til summarlegubrúk í Zarepta. Sangirnir í sangblaðnum vóru sangir, sum Zacharias hevur skrivað ella týtt.  


EYÐUN ELTØR: Eyðun er ein av ungdómsvinunum hjá Zacharias. Hann hevði inngangsbønina og eitt stutt orð. Ógvuliga hóskandi nevndi Eyðun Etiopiatrúboðaran, Elsu Jacobsen úr Norðgøtu, sum fór til gravar úr Gøtu Kirkju bert 9 dagar undan, og tók nakað soleiðis til: “Elsa og Zacharias vuksu upp tún um tún í gamla bygdalagnum í Norðagøtu, og bæði fóru út sum trúboðarar fyrst í sekstiárunum, og hava sett djúp spor eftir seg, Elsa í Etiopia og Zacharias í Føroyum!” Eyðun læs skriftorði í 1. Pæt.br 2,21v., har tað verður skrivað um fótaspor.  

Eyðun nevndi seinastu bókina, sum Zacharias hevur skrivað – Fótasporini – og vísti á, at hann setti djúp spor eftir seg í Føroya fólki bæði sum bíbliulærari, rithøvundur, sálmaskald og málsliga, tí hann fór væl við føroyska málinum. 

Síðani framførdi Siloakórið hátíðarliga og vakurt sangin, sum Zacharias hevur týtt: “Tað finst ein vón, sum brennur djúpt í mær, hon veitir megi mitt í sorg og sút.” 
   
JÓGVAN ZACHARIASSEN: Eftir ynski frá Zacharias, var tað sonur hansara Jógvan Zachariassen, sum er leiðari í samkomuni Lívdin, ið  prædikaði við jarðarferðina. Hann byrjaði prædikuna við sterkum orðum um pápa sín: “Zacharias Zachariassen hevur sigrað, hann rann skeiðið at enda, hann kom tvísporandi inn um mállinjuna við kyndlinum náðievangeliið, og hann endaði væl!”

Jógvan hevði valt prædikutekstin úr Jeremias 1, 4-9v. har tað stendur at lesa, tá ið Jeremias varð kallaður. Jógvan segði, at pápi elskaði at lesa um Jeremias profet, og hann nevndi nakrar samanberingar millum Jeremias og Zacharias: “Jeremias og pápi líktust. Pápi stríddist við sítt kall at byrja við, og tað gjørdi Jeremias eisini. Báðir byrjaðu spyrjandi, men báðir endaðu sigrandi!”

“Við bíbliuni í hond og nomin á varrarnar av Gudi talaði hann trúgvur Guds livandi orð til endan. Hetta gav pápa eitt lívssýnið sum fáur, sum gjørdi, at hann til fulnar var til staðar her og nú í øllum, sum hann gjørdi; men hann roknaði alt lívið, hvønn tanka, hvørja avgerð og  hvørt avrik í einum ævigum perspektini. Hann hevði altið Himmalin fyri eyga. Alt, sum hann gjørdi her, var eitt preludium til stórverkið, sum hann nú er ein partur av í ævinleikanum..............Hetta gjørdi pápa til ein mann, sum livdi óttaleysur, eyðmjúkur, fullur av kærleika og ríkur og rúmligur í náði!”

Hetta kemur ikki av ongum, segði Jógvan. Hann vísti á tey góðu foreldur, sum pápi hansara hevði, men sum máttu fara ígjøgnum torførar umstøður, tá ið 5 av 7 børnum teirra vóru deyv og máttu fara av landinum bert 8 ára gomul. “Tað vóru júst hesar umstøðurnar, líðingarnar og royndirnar, sum knýttu familjuna og systkini saman, og sum gav teimum karakter og myndugleika, sum var bygdur á eyðmjúkleika og kærleika,”  segði Jógvan. 

Jógvan kom eisini inn á, at tað vóru royndirnar, sum familjan fór ígjøgnum, tá ið fimm av systkjum hansara ikki kundu tala, sum gjørdist hansara endaliga staðfesting, at Harrin hevði kallað hann at tala Guds. 

Jógvan endaði taluna við at lesa prædikutekstin í Jeremiasi aftur, og segði, at um hann hevði spurt pápa sín, hvussu hann skuldi enda taluna í dag, so hevði hann svarað: “Les Jeremias aftur og spyr um tað er nakar, sum nú vil bera náðievangeliið víðari? Um tað er nakar, sum kennir og følir Harrans kall at bera kyndilin víðari, tí tá ið Harrin kundi brúka ein púra vanligan drong úr Norðagøtu sum meg, so vil hann eisin i brúka teg!”

Seinasti sangurin áðrenn kistan varð borin út, var sangurin, sum Zacharias týddi fyri nógvum árum síðani: 

“Fjart út um himmalhválvið, fjarri enn sólin sær,
hægri enn stjørnur tindra, har kall títt og bøn tín nær.
Andin úr jarðarbýli hevjar sítt veingjapar, 
bankar á himmalportrið og søkir sín faðir har.” 

Sum ein hóskandi endi á løtuni í salinum, meðan kistan var borin út í fagrasta veðri, ljómaði lagið til sangin, sum Zacharias sjálvur skrivaði:  “Eg stundi eftir at lenda har heima.”