Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Janus Rein við Tunnilsfelag Føroya

Janus Rein, Løgtingsmaður, hevur lagt fyri Løgtingið eina ætlan um Tunnilsfelag Føroya og uppskot við fylgisdkjali

Uttanflokkatingmaðurin, Janus Rein, hevur lagt fram tingmál um at stovna Tunnilsfelag Føroya, sum hevur til endamál at eiga og reka allar tunlar í Føroyum, bæði verandi og komandi, eins og omansjóvartunlar og undirsjóvartunlar. Politiska skipanin má leggja soleiðis til rættis, at tá ið Smyril er uppslitin um 20 - 25 ár, má tað verða koyrandi til Suðuroyar, eins og koyrandi undir Skálafjørð og Tangafjørð.

Nógv orka og nógvur peningur er brúktir upp á at gera berghol og tunlar, bæði omansjóvar tunlar og undirsjóvartunlar. Alt hetta arbeiðið og øll hesi hol inn í fjøllini hava í dag sjálvsagt eitt ovurhonds stórt virði, ið kann kapitaliserast í eitt felag.

Eginognin hjá einum slíkum felag, ið eigur og rekur allar tunlar í Føroyum, verður tá ómetaliga stór. Eitt tílíkt felag fer uttan stórvegis hóvasták at megna at skaffa sær bíliga fígging til at byggja næstu tunlarnar við at brúka alla sína eginogn sum veðseting.

Víst verður á, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin í dag eru fíggjaðir úr Íleggingargrunninum fyri 3,5% rentu, sigur Janus Rein, m.a. í við-merkingunum til uppskotið. Janus Rein mælir til, at gjaldið fyri at koyra í gjøgnum tunlarnar verður ásett eftir longdini á tunlunum.

Verður tunnilsgjaldið ásett til 1 krónu fyri hvønn tunnilskilometur verður árligi umsetningurin í verðandi tunilsferðslu umleið 32,5 mío. krónur. Útbyggingin av samferðslukervinum í Føroyum er ikki liðug fyrrenn koyrandi er til Suðuroyar, sigur Janus Rein í uppskotinum, sum fær 1. viðgerð á tingfundi týsdagin 6. august saman við øðrum tunnilsuppskotum.