Jan Thomsen roðsluvinnari 2021
Føroysk síl: Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Jan Thomsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling í dag kl. 14.00, tá Tummas Rógvi Jónsveinsson Eliasen trekti vinnandi bjálvan millum 120 aðrar.
Síðani 1. desembur 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í hesum lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av stóru verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Fiskaaling stendur fyri, stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.
Vinnandi bjálvin innihelt roðslu av síli, ið varð fiskað í Eysturoynni t. 16. Juli 2021. Hetta var eitt kynsbúgvið kvennsíl, ið var 33 cm til longdar og vigaði 355 g.
Fyribils úrslit
Fiskaaling væntar at fáa nógva og góða vitan burtur úr verkætlanini. Kanningararbeiðið er longu byrjað, og nøkur úrslit kunnu longu nú siga nakað um, hvussu sílini eru fyri.
Eitt nú sigur roðslan nógv um bæði aldur og hvar sílið hevur hildið til. Her síggja vit, t.d., at summi eru leingi í feskum vatni, áðrenn tey fara á sjógv, summi fara skjótt á sjógv, meðan onnur ferðast nógv ímillum. Eisini sæst, at sílini eru best fyri í juni-august.
Nýggj kapping í 2022
Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2022. Fiskaaling bjóðar tí framhaldandi sílafiskarum at senda inn sílaroðslu í bjálvum á sama hátt sum higartil. So verður lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur í desembur 2022.
”Vit eru sjálvandi takksom fyri luttøkuna, sum hevur verið,” sigur Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling í stuttari viðmerking. ”Men samstundis vóna vit eisini, at enn fleiri fara at senda roðslu til okkara í 2022.”
Verkætlanin
Vitanin um sjósíl í føroyum er sera avmarkað. Verkætlanin er soleiðis týðandi liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, sum hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum.
Verkætlanin við føroyskum sjósílum hevur lagt seg eftir at kanna hesi viðurskifti:
At áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv.
At lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv.
At samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, sum eitt nú viðvíkjandi hita og avfall.
At lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting av sjósílum millum ymisk ár.
Verkætlanin byrjaði á vári 2019 og heldur fram í 2022.
Luttøkan í kappingini virkar soleiðis, at tá sílafiskari hevur fiskað eitt síl, skal hesin skriva longd og aðrar mátingar á ein brævbjálva, har eisini nakrar roðsluroyndir skuldu leggjast í. Fiskaaling brúkar síðani upplýsingarnar og roðsluroyndirnar til at gera skrásetingar og nærri kanningar, sum eru við til at geva størri vitan um føroysku sjósílini.
Fleiri upplýsingar um verkætlanina eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Fiskaaling.