Jaligt Jobmatch
Hópin av fólkum vitjaðu básin hjá Umhvørvisstovuni og talan gjørdist um fleiri jobprát á Jobmatch, ið var hildið 29. desember 2011.
Umhvørvisstovan luttók á øðrum sinni á Jobmatch, og hópin av lesandi vitjaðu básin hjá Umhvørvisstovuni og settu viðkomandi spurningar. Ein serligur táttur við Jobmatch eru sokallaðu jobprátini, har lesandi hava óbindandi samrøður við stovnar og fyritøkur, ið luttaka á Jobmatch.
Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni hevði eina framløgu um virksemið á Umhvørvisstovuni, sum fevna m.a. um Tinglýsing, Landsfólkayvirlit, matrikulering, umhvørvisvernd, viðarlundir og gransking. Hetta setur krøv til fakligu førleikarnir hjá starvsfólkunum, og var Jobmatch eitt sera gott høvi at hoyra um ymisku útbúgvingarnar tey lesandi eru í gongd við.
Vit á Umhvørvisstovuni eru samanumtikið sera nøgd við jobmatch, og fegnast um at tiltakið varð fyriskipa í Føroyum.