Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jákup Simonsen, deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni

Jákup Simonsen tekur í dag við sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu. Jákup hevur starvast hjá kommununi í nærum tríati ár sum mentadeildarleiðari, og hann tekur eisini við sær fleiri av teimum umboðandi uppgávunum, hann hevur havt á hesi deildini, eitt nú uppgávur at samskipa mentanartiltøk, umsita stadionøkið og fleiri onnur øki, sum vinnu- og mentanarlívið í býnum kennir Jákup frá.

Jákup byrjaði í starvi sum deildarleiðari í mentamálum hjá Tórshavnar kommunu 15. juli 1985 og hevur røkt hetta starv síðan.

Mentamáladeildin umsitur mentamál kommununnar og hevur fyrisitingina av teimum stovnum, ið hoyra til økið, um hendi. Stovnarnir eru: fólkaskúlarnir, Tórshavnar Musikkskúli, Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli, Býarbókasavnið, Býarsavnið, Svimjihøllin, ítróttarhallirnar og stadionøkið. Deildin hevur dagligt samskifti við ítróttarfeløgini og onnur feløg og einstaklingar, sum fáa ella søkja um studning frá kommununi.

Mentamáladeildin hevur listaverkini hjá kommununi um hendi og skipar fyri, at listalig prýði eru í hølum og á stovnum hjá kommununi. Deildin skipar fyri listaframsýningum í Snarskivuni og hevur ábyrgd av Smiðjuni í Lítluvík og Müllers Pakkhúsi. Deildin umsitur Minnisgrunn Sonnu av Skarði og Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein og skipar fyri, tá ið árligu heiðurslønirnar Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs verða latnar.

Deildin hevur øll árini verið við í fyrireikingararbeiðunum, tá kommunan fær vitjan av útlendskum gestum. Tað er hent ótrúliga nógv og spennandi á mentanarøkinum hesi árini, har politikararnir hava játtað pening at byggja nýggjar skúlar, nýggjar ítróttarhallir til fimleik og annan innandura ítrótt, uttandura vallir og ikki minst ítróttarøkið Tórsbreyt til frælsan ítrótt. Fleiri standmyndir eru komnar seinastu árini og fimm bind um Havnar søgu eru higartil komnar út.

Jákup hevur starvast saman við ikki minni enn fimm borgarstjórum og seks formonnunum í mentamálanevndini. Jákup var skrivari í skúlaráðum í nógv ár inntil tað varð avtikið, og núverandi skúlastýrini komu ístaðin. Í skúlaráðnum sótu fimm limir og ein skrivari, og í teimum 11 kommunalu skúlastýrinum sita í dag 77 fólk, so tað er ein stór broyting.

Jákup hevur verið maðurin, sum oftast lítillátin arbeiddi aftanfyri kulissurnar og fekk tingini avgreidd. Starvsfólkini kenna hann sum ein ótolnan perfektionist. Hóast tað er hann maðurin, sum við hepni og meira enn nakar annar við stórum hegni hevur umsitið ómetaliga stóru íløgur kommununar í mentan og list seinastu fjóðringsøldina. Nú verður hann kanska sjónligari, nú hann fer at vera deildarleiðari fyri mesta virksemið í Ráðhúsinum.

Jákup er framhaldandi leiðari á mentamáladeildini, til annar deildarleiðari er settur seinni í ár.