Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JÁKUP DAHL FEKK GRØNU VIRÐISLØNINA

Jákup fekk virðislønina fyri stóra arbeiði hansara við urtagarðinum við ánni undan Djúpagili, innast í Skraddaragøtu í Hoyvík.

Í grundgevingunum at geva Jákupi virðislønina verður sagt:

Jákup Dahl hevur við síni vitan og eldhuga víst í verki, hvussu vakur ein urtagarður kann verða gjørdur við fjølbroyttum plantusløgum, trøum og runnum.

Urtagarðurin er staðsettur í einum lokalum gili og fram við ánni undan Djúpagili – innast í Skraddaragøtu í Hoyvík. Saman við stóru klettunum í ánni og vøkru grótlaðingunum, er hetta ein av Føroya vakrastu urtagørðum, og eigur hetta tí at geva orsøk til eitt herðaklapp til Jákup Dahl.

Hann hevur arbeitt við hesum urtagarði í fleiri áratíggju. Frá at hava verið eitt bert fjallalendi, er økið vorðið til tann vakra urtagarðin, ið vit kunnu uppliva í dag.

Umframt hansara vitan innan plantufrøði og ‘grønu fingrar’, hevur hann eisini deilt út av hesi vitan og verið fúsur við góðum ráðum. Og nú prátið er um “grønar fingrar” – so leggur Jákup ongantíð fingrarnar í milllum, tá ið hansara sjónarmið skulu framsetast.

Ein slíkur persónur sum Jákup hevur tískil uppiborið eitt herðaklapp.