Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heini Olsen handar her vegna Lions Club Tórshavn formanninum í Krabbameinsfelagnum, Jákupi N. Olsen, eitt innrammað heiðursskjal, ið staðfestir, at Jákup er »Ársins borgari 2012«

Jákup ársins borgari 2012

Formaðurin í Krabbameinsfelagnum fær heiðurin frá Lions Club Tórshavn fyri sítt drúgva arbeiði í felagnum, eins og í norrønum og europeiskum felagsskapum.

Lions Club Tórshavn hevur valt at heiðra Jákup N. Olsen, formann í Krabbameinsfelagnum, sum »Ársins borgari 2012«. Hann fær henda heiður fyri sítt áhaldandi ídni sum formaður í felagnum, ið er eitt av hjartabørnunum hjá Lions, ið var við til at seta felagið á stovn.

Jákup kom í nevndina í Krabbameinsfelagnum í 1985 og gjørdist formaður í 1996. Sostatt hevur hann skjótt 27 ár á baki sum nevndarlimiur og 16 ár sum formaður, og hevur felagið upplivað stóra framgongd hesi árini, harav kanska tey síðstu hava verið serliga hendingarrík.

Undir hansara leiðslu og saman við stýri og medarbeiðarum, hevur Krabbameinsfelagið vunnið sær sjálvstøðugan limaskap bæði í norrøna og europeiska felagsskapinum, har Jákup N. Olsen í løtuni ávikavist er formaður og nevndarlimur.

Millum fleiri stórar hendingar í hansara formanstíð er landsinnsavningin »Føroyar móti krabba«, sum varð gjøgnumførd á heysti 2009 við stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har tónleikarar og onnur listafólk settu sín dám á beinleiðis sendingina í Kringvarpinum.

Hetta átak var samstarv við nógvar partar, og tá avtornaði, gav innsavningin meira enn fimm milliónir krónur, sum er so stór upphædd, at skuldi ein tilsvarandi innsavning í Danmark lutfalsliga givið tað sama, skuldi so nógv sum ein hálv milliard komið inn.

Jákup N. Olsen hevur á lítlari samkomu í Lions Club Tórshavn fingið handað heiðursbræv, ið grundgevur fyri, hví hann er kosin »Ársins borgari 2012«, umframt eina lítla peningagávu, ið fylgir við heiðrinum.