Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jacobinski ljóarin

Tórbjørn Jacobsen

Heimurin er algoystur av spenningi hvørja ferðina ein nýggjur pávi skal veljast. Hesar dagarnar, meðan kardinalarnir sjussa seg fram til ein nýsleiktan vicarium Dei, ganga rómverjar kykir í túninum kring um Sixtinska kapellið fyri at vita, nær roykurin hvítnar úr ljóaranum. Lagið er tað sama í Føroyum í hesum døgum. Øll hava eyguni við ljóaranum í Jacobinska bønhúsinum, nú ein nýggj fiskivinnuskipan skal finnast, ið skal vera infrastrukturur í meginbuli føroyska vinnulívsins. Politisku kardinalarnir í samgonguni sigast ætla sær at finna eina semju sum skjótast, møtirøðin í Skálavík er tó enn ikki at enda komin, meðan fólksins valdi minniluti – andstøðan - lítið og onki letur frætta frá sær um, hvat hann/hon eventuelt kundi hugsað sær at gjørt við tað, ið par exxellance er meginmál tjóðarinnar, higani og so langt fram í sjónarringin, sum vit nú einaferð kunnu skoða.

Skjótt eru tvey ár farin, síðani Jacob Vestergaard legði eitt upprit fram á landsstýrisfundi um eina nýskipan, ið onkursvegna var í tráð við verandi samgonguskjal: “Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.” Uppritið kom undan skeppuni fram í alment ljós, og tankar hansara vóru greiðir, ein skipanarliga armeraður múrur skuldi laðast kring um tey rættindamatriklini, sum longu vóru í skipanini, og rullandi loyvini skuldu stuðla múrinum í ævigar tíðir. Matrikuleringin av føroysku havleiðunum frá 1996 skuldi knæsetast med alla. Fólksins ogn skuldi altso privatiserast. Undirtøkan kann kortini ikki hava verið serliga flógv, tá onki úrslit spurdist burturúr hesum. Og tí sita teir framvegis sum karðar og bítast og klórast um hvønn vegin føroyska fiskivinnan skal fara. Tá fiskivinnupolitikkur og búskaparpolitikkur í so stóran mun eru samantengd hugtøk í Føroyum, áttu vit borgarar landsins í minsta lagi at kunna kravt, at politisku kardinalarnir rubbaðu seg, tóku seg saman, nú bara trý ár eru eftir fram til ársskiftið 2017/2018.

Hálvthundrað ár eru farin síðani fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórðingar, og í 1977 ognaðu føroyingar sær eina havleið á 275 túsund ferkilometrar við tilhoyrandi bassengi og tilfeingi. Hugsjónin hjá teimum, sum stríddust mest fyri hesum átøkum, var greið. Endamálið var at tryggja búskaparliga grundarlagið undir føroyska samfelagnum umvegis eitt matrikulerað spísikamar - samsvarandi altjóða rætti og formalia. Í dag er veruleikin hann, at onki fólk í heiminum ræður yvir einum so stórum svimjandi ríkidømi per capita sum føroyingar. Um rætt verður skipað, er hetta ríkiligt til ein sjálvberandi búskap og eina politiska republikk, um dirvið annars skuldi staðið til eina slíka sjálvsagda roynd í ókomnum døgum.

Eftirráðin kann tað tykjast soleiðis, at teir, sum ráddu fyri borgum í seinru helvt av sjeytiárunum, og fram ígjøgnum áttatiárini, hava verið nakað ráðaleysir í mun til nýggju støðuna. Á søgunnar slóð sæst ikki rættiliga nakar farvegur av eini strategi, hvussu miðast skuldi av nýggjum til íkomnu støðuna. Avmarkingin hevur líkasum ikki heft seg handan politisku skallabeinini. Í hvussu er valdu teir at subsidiera heldur enn at umstrukturera veiðiflotan, sum kom inn á grunnarnar úr ymsu heraðshornunum í Norðurhøvum. Kollapsið í 92 er úrslitið av hesum. 7 túsund landsmenn rýma í troti svangir av landinum, stórsta mannaflýggjan í heimssøguni í friðartíð. Hetta svarar til, at 8-900.000 danir fluttu longur suður á europeiska kontinenti undan svongd og trega. Burturúr hesi samfelagsligu saltomortaluni kom kortini ein nýggj skipan, miðskeiðis í nítiárunum, sum onkursvegna fyrihelt seg til tann nýggja veruleikan. Lógin um vinnuligan fiskiskap. Og fiskidagaskipanin.

Flotin var so at siga allur farin ígjøgnum saneringskvørnina, skuldin var nú lítil og ongin, og tað gekk sum smurt, soleingi fiskastovnarnir hildu til trýstið. Tað gjørdu teir fram til 2002-2003, og síðani hevur slitasjan verið eyðsýnd, avreiddu nøgdirnar hava verið javnt minkandi síðani, í 12 ár - sjálvt ikki bíbilski frekvensurin á 7 ár tykist vera galdandi á hesum mótinum - og hesar hava leingi verið á sama lága støði sum í sjálvum kreppuárinum 1992 - annus horribilis. Skuldin hevur bara verið vaksandi hesi árini, eisini og kanska serliga, av tí stóra handli, sum hevur verið í privata loyvissegmentinum. Eftir øllum at døma helt fiskidagaskipanin bara til eina uppgongd, og negativi spiralurin vaks framhaldandi, tá bólgnandi skuldin legði meiri trýst á stovnarnar, fyri at fáa raksturin at hanga saman í hvørjum einstøkum fiskiloyvi. Lívfrøðiliga líkasælan var total, serliga í politisku skipanini, og støði varð ikki tikið í stovnunum, men heldur í stálinum. Útlutaðu veiði- og fiskiloyvini frá 1996 gøllhildu skipanini – ein margháttlig vinnuskipan annars, har kapitalapparatini sambært lóg eru avmarkað til bert at verða brúkt ímillum triðing og helvt av einum rakstrarári. Statiska talið av loyvum hevur stýrt skipanini út á sjógv, og ongin ivast longur í, at fiskidagaskipanin hevur fiskað seg sjálva út á ørvarendan.

Øðrvísi er gingið teimum, sum hava veitt eftir kvotaskipanum, ásettar eftir lívfrøðiligum tilráðingum. Í strandalandaveiði og umvegis umbýttan fisk í bilateralum semjum. Nótaflotin og verksmiðjutogararnir t.d.

Í 2007 – júst 30 ár eftir at fiskimarkið varð flutt út - kemur Bjørn Kalsø, táverandi fiskimálaráðharri, sum ketta úr høvdatrogi, við einum uppskoti um, at frá nú av skulu øll tey útlutaðu veiði- og fiskiloyvini frá 1996 vera rullandi í allar ævir frameftir. Ognarrætturin til tilfeingið skuldi nú flytast endaliga frá fólkinum til loyvishavarnar. Ein viðmerking í einum áliti frá Vinnunevnd løgtingsins 10 ár frammanundan, um rullandi 10-ára loyvir, var orsøkin til, at hesin sami rættur nú mátti fáa eina nýggja og endaliga politiska blástempling. Tað stóð hart á, tað rak øgiligt á kíkin, og náttina fyri triðju viðgerð eydnaðist tað pørtum av andstøðuni, og øðrum externum kreftum, at fáa løgmansflokkin hjá Jóannesi Ejdesgaard at steðga agenduni og fullkomnu avreiðingini hjá Sambandsflokkinum og Bjørn Kalsø. Óndar tungur vildu vera við, at gamli fólkafloksfigururin í fiskimálaráðharranum hevði yvirfusað hann hesar dagarnar. Soleiðis gjørdist 2018 eitt politiskt hugtak í Føroyum.

Tað er sjálvsagt, at nógvar meiningar eru um eitt mál sum hetta, hvussu fiskivinnuskipan landsins skal riggast til eftir 2018. Øgiligar kreftir virka í hesum feltinum, ideologiskar snaringar og stór kapitaláhugamál, - føroysk og útlendsk. Hyggjuráðini eru kortini, at fiskastovnarnir verða hildnir í optimalum standi sum búskaparliga grundarlag tjóðarinnar. Ikki bara í ár og næsta ár, men fram í alla tíð. Tí má javnvágin bøtast aftur ímillum stovnar og stál. Støði má frameftir takast í veikasta liðinum í “føðiketuni”, - fiskastovnunum. Annars býðst ikki í bøtur. Hartil má útvegast havrannsóknarstovninum – Havstovuni – eitt framkomið flótandi amboð, eitt havnrannsóknarskip, til tess at vit áhaldandi, so frægt sum gjørligt kunnu vita, hvar vit flóta á lívfrøðiliga mótinum.

Í mun til subsidieringsárini frá 75-92 er kjakið nú farið at snúgva seg um, hvussu eigarin av tilfeinginum, Føroya fólk, skal lønast afturfyri, at nøkur fáa framíhjárættindi at veiða burturav avmarkaða tilfeinginum. Í prinsippinum kundu 48.000 fólk farið út eftir hvør sínum parti, men hetta ber sjálvandi ikki til, hevði helst elvt til reinan ruðuleika, tí er tað skilagott at lata tey, sum hava frægasta skilið og dirvið til at fara eftir tí nøgdini, sum kann takast úr stovnunum á hvørjum ári. Havi eg skilt tað rætt, so er hetta vorðið ein spurningur um á hvønn hátt hesin peningur skal inkasserast. Faðirin at tilfeingisgjaldinum, Fólkaflokkurin, tvíheldur um, at rættasti vegurin er, at politiska skipanin skal liggja og klóra inni í hvørjum vinnufelag eftir at árligi roknskapurin er liðugur, fyri at finna útav hvussu nógv teir halda at viðkomandi felag burdi latið til felagskassan hjá fólkinum. Tilfeingiseigaranum. Hetta er ein vanlukkulig skipan, tí tú demotiverar og gerst teg inn á allar vanligar marknaðarmekanismur, sum eiga at liva sítt frælsa lív, eftir at tilfeingið er komið inn um stokkin. At finna “tilfeingisrentuna” inni í einum virkisroknskapi er møtimikið, og kann gerast líka torført sum at finna eina stoppinál í einari des. Er kravið í mun til hetta fólkafloksuppfinnilsi hartil, at fólksins ogn skal privatiserast, so er hetta als ongin leið at ganga.

Frægari er at leggja tilfeingisrentuna inn í fyritreytirnar. Her verður hugsað um tilfeingisrentuna sum tað virðið, ið reiðaríini í fríari kapping vilja gjalda fyri at fáa atgongd til at veiða. Altso, tað sum vinnufeløgini meta fiskin at vera verdan, meðan hann svimur. Áðrenn hann kemur inn um stokkin, og er farin ígjøgnum marknaðarmekanismurnar í teimum ymsu feløgunum, sum tá eiga tað sum tey sjálvi megna at virðisøkja burturúr fólksins ognum. Hvussu hendan tilfeingisrentan skal mátast í peningavirði er annað mál. Uppboðssøla hevur verið nevnd sum eitt amboð, men ivaleyst kann hetta gerast á annan hátt eisini, og ta støddfrøðiligu tøknina má onkur lærdari maður enn eg kunna finna ein hóskandi frymil fyri at gera mátið um.

Samanumtikið er tað mest umráðandi, at samfelagið, reiðaríni og manningarnar fáa sum mest úr svimjandi tilfeinginum, ið føroyingar ráða yvir. Líka umráðandi er tað, at ein heil politisk skipan ger semju um hetta meginmál tjóðarinnar. Tað nyttar lítið at samgongukardinalarnir halda fram við møtirøðini í Skálavík fyri at finna eina loysn, sum kann verða kollrend av einum nýggjum regime um eitt lítið ár. Ábyrgdin hvílir tung á allari hini politisku skipanini í hesum týdningarmikla máli. Vónandi verður tað annað enn pumpuroykur, sum guvar upp úr kjølinum og hinum Jacobinska Royk-Hanusi, tá politisku vápnini er løgd, og semja er funnin yvir alt spektrið. Pumpuroyki hava føroyskir fiskimenn fingið nokk av í hini farnu slupptíðini.