Jack pot í rúti (copy)
Perla: - Eyðun Petersen, arkitektur skorar kassan. Hetta varð avdúkað í Oyggjatíðindum 19. desember 2008.
Flestu býráðslimirnir í Runavíkar kommunu, tordu ikki at stilla uppaftur. Onkur av teimum gomlu dumpaði, sum gjørdi eina roynd, tó so - onnur vóru, sum veljararnir kortini høvdu álit á.
Orsøkin til stórar litfagrar og dýrar lýsingar í Tossinum og Dummu, er ikki, at kommunan er væl fyri. Hon er milt sagt á reyvuni.
Tað var eisini skúlin, sum bara gjørdist dýrari og dýrari.
Nú nerta teir tærnar á hundrað milliónum.
Umberingin er, at kommunan hevur fingið meira fyri pengarnar.
Tað hevur arkitekturin, Eyðun Petersen, eisini fingið. Undir øllum umstøðum er privata felagið hjá hesum manninum, sera væl fyri við gullrandaðum roknskapi fyri 2007.
Tá fólk fyrstu ferð hoyra um Eyðun Petersen, arbeiðir hann hjá Runavíkar kommunu, sum býararkitektur. Tað næsta vit frætta um mannin er, at hann er svágur til borgarstjóran, Hans Jákup Lamhauge, og táverandi skúlastjóran.
Eyðun Petersen, sleppur at vera við í allari fyrireikingini av nýggja skúlanum, og tað skuldi vísa seg at vera ein gevandi gesheft.
Umframt at ráðgeva gjøgnum privata felagið, sum kommunalt løntur, sleppur hann eisini at selja vindeyguni til nýggja skúlan.
Felagið eitur Sp/f Teknistovan, og er heimahoyrandi í Saltangará.
Tá ið Oyggjatíðindi byrjaði at grópa í málinum, lat kommunan Articon sleppa at standa fyri arbeiðinum. Hetta tænti sínum endamáli.
Tá Oyggjatíðindi bað kommununa um innlit, varð víst til Articon.
Hetta privata felag vildi ikki svara uppá inlitsbøn okkara. Og tað var eisini meiningin.
Men Runavíkar kommuna tordi ikki at hava Eyðun Petersen, í starvinum, so hann bleiv - í hvussu so er fyribils, ættleiddur av Articon.
Men privata felagið hjá Eyðuni Petersen, hevur verið serdeilis aktivt í tíðini hjá Articon.
Sambært roknskapinum var 2007 eitt lítið sindur lakari enn 2006.
Ársúrslitið áðrenn skatt vóru slakar 1,3 millión.
Felagið hevur goldið slakar 900 túsund út í lønum, og sagt verður, at í meðal hava trý fólk arbeitt hjá felagnum.
Teknistovan hevur virðisbrøv og kapitalpartar fyri eina góða millión krónur, og hevur goldið slakar hundrað túsund til eftirløn í árinum.
Men arkitekurin fær tann stóra gávupakkan, tí Eyðun Petersen, betalir 700 túsund krónur út í vinningsbýti.
Tá maðurin er arkitektur, og umboð fyri donsk vindeygu, kann samanumtikið sigast, at Eyðun Petersen:
Fekk jackpot í rúti.