Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ja, vit gera mun á bókum! - men aldri mismun á høvundum

Nám fekk ein fyrispurning umvegis teldupost frá Hanusi Samró viðvíkjandi skaldsøguni “Tey bæði”. Svar varð givið høvundinum, og næsta vit síggja í málinum er, at svar okkara við grovum ákærum ímóti starvsfólki okkara og stovninum yvirhøvur frá høvundans síðu er lagt út á portalar og skrivað í bløðini.

Vit vilja fegin greina mannagongd okkara og støðuna í júst hesum málinum.

Mannagongd

Tilgongdin at keypa bøkur í flokssetti í Námi er rættiliga einføld. Mett verður um bókina – um góðsku tá ið tað viðvíkur innihaldi, máli og málbólki. Fyrilit verður eisini tikið, um lærarar hava spurt um bókina. Gera vit av at keypa eina ávísa bók, keypa vit vanliga 30 eintøk, og um bókin verður nógv eftirspurd, keypa vit fleiri eintøk – í summum førum hava vit yvir 100 eintøk av eini bók.

At meta um bøkur hava vit starvsfólk við hollum royndum frá lærarayrkinum í fólkaskúla og miðnámi umframt bókavørð. Tað er so statt ógvuliga niðrandi, tá ið Hanus Samró umtalar starvsfólk í Námi sum ”umsiting” og ikki sum fólk við ”fingrinum á pulsinum”. Høvdu vit ikki serkunnleikan á økinum, mettu vit ikku um bøkurnar, men fingu onnur at gera tað fyri okkum.

Tá ið bókin kom út, mettu vit um hana, men hildu hana ikki vera egnaða sum flokssett. Síðani hava vit fingið bert ein fyrispurning frá lærara um at keypa bókina sum flokssett – tveir, um vit telja høvundin við. Vit hava aftur nú mett um bókina, men niðurstøðan er óbroytt.

Vit hava keypt nógv flokssett eftir fyrispurningi frá lærarum, og vit keypa óivað eisini “Tey bæði”, um eftirspurningur er. Tað hevur bara ikki víst seg at vera so – enn. Hetta hóast bókin hevur verið í framsýning okkara síðani bókin kom á marknaðin. At rithøvundurin persónliga hevur upplivað stóran eftirspurning, undrar okkum tí ógvuliga nógv, og kemst tað ikki av, at Nám hevur avvíst fyrispurningum ella lagt bókina í ein loynikrók. Har hevur bara eingin áhugi verið.

Munur er á bókum

Nám ger ikki mismun á bókum og høvundum – men vit gera mun á bókum. Allar bøkur eru ikki líka góðar og væl egnaðar til okkara virkisøki, og sum ein ráðgevandi stovnur kunnu vit ikki keypa flokssett inn og viðmæla lærarum at brúka eina ávísa bók, tá ið vit ikki sjálvi høvdu viðmælt hana. At so fáar upprunaføroyskar ungdómsbøkur koma út, kann ikki vera einasta grundgevingin fyri at hava bókina sum flokssett. Og Nám hevur ikki sum høvðsuppgávu at stuðla høvundum – ungum ella gomlum, høgravendum ella vinstravendum, men sum uppgávu við teimum fíggjarligu fortreytum, okkum eru givnar, at veita sum mest til skúlaverkið. Eitt ávíst metingarstøði má tí vera til staðar – og meina vit at hava haft tað fyri eyga hesari bókini viðkomandi.

Lærarar og næmingar gera av

Tað er ikki Nám, ið ger av, hvat verður lisið í skúlunum. Avgerðin liggur altíð hjá tí einstaka læraranum saman við næmingunum. Vit kunnu bert ráðgeva og hava tær bøkurnar til taks, sum vit meta hava eina ávísa dygd til okkara endamál, ella sum vit hava fingið fyrispurningar um frá lærarum. Tað kann tí aldri vera talan um sensur - tílíkt vald hava vit ikki, og lærarar høvdu ongantíð góðtikið soleiðis at verið riknir í rætt. Tað er ímóti teirra fakliga stoltleika.

Áhugavert uppskot Hanus!

Allar skaldsøgur á føroyskum skuldu verið tøkar hjá lærarum og næmingum í skúlaverkinum rør Hanus framundir. Áhugavert, tí tá var óneyðugt við nakrari sum helst meting, tí alt var til taks. Spurningurin hevði tá bara verið, hvussu nógv eintøkini skuldu verið.

Men so skuldu eisini allar skaldsøgur verið til taks – uppruna føroyskar, týddar, klassikararnir, tær hjá ungum og eldri høvundum, teimum sum gera vart við seg og teimum, ið halda seg aftur og teimum, sum liggja undir grønutorvu. Stutt og greitt allar. Tað hevði lætt munandi um hjá okkum. Men tá høvdu vit slept øllum fakligum atlitum, sum er okkara aðaluppgáva.** Men tað ber væl til, hóast plásstørvurin hevði verið ómetaliga stórur, men tí høvdu vit saktans funnið eina loysn á. Avbjóðingin er bara fíggjarlig, og tá er tað, at málið verður politiskt, tí við verandi játtan hjá Námi, sum Løgtingið alsamt hevur skorið og heldur á at skera í játtanarkørmunum framyvir, er neyðugt at stýra strangt og gera nýggjar avmarkingar fíggjarliga. Tað áliggur altíð stovni fíggjaður av skattgjaldarum at gera tað.

So meðan við bíða eftir fíggingini frá Løgtinginum – og tað verður væntandi leingi - gera vit mun á bókum. Ikki fyri at happa ella sensurera, og ikki tí at høvundurin er so ella so, ungur ella gamal, men tí allar bøkur eru ikki líka góðar og væl egnaðar til okkara virkisøki.

Vinaliga

Nám

Magnus Tausen