Yvirlýsing

Verkfallsrætturin skal ikki rørast




Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans, verður
boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá
fakfeløgunum. 




Á fundi í Fakfelagssamstarvinum í síðstu viku
samtyktu tey seks feløgini, at koma við hesi yvirlýsing um verkfallsrættin:




Rætturin at samráðast frítt, og rætturin at fara
í verkfall eru vunnin gjøgnum hart stríð og drúgvar samráðingar. Fakfeløgini í
fakfelagssamstarvinum, kunnu tí á ongan hátt góðtaka nakra roynd at skerja
hesi rættindi við lóg.




At ein sitandi løgmaður boðar frá, at samgongan
arbeiðir við at avtaka fakfelagsarbeiðið við lóg, er undir alt lágmark. Ein
tílík skerjing hevði effektivt beint fyri fría samráðingarrættindum, og tí
verður einhvør roynd at leggja eitt tílíkt uppskot fram, mett sum brot á
verandi avtalur, og fær hetta tí avleiðingar. 






 Tórshavn, tann 10. september 2018




Akademikarafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag
Starvsmannafelagið