YVIRLÝSING: Varðveitið arbeiðsloysisstuðulin

Feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum heita á løgtingið um at senda uppskotið um Arbeiðsloysisskipan aftur í stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina við boðum um, at arbeiðið er ikki nóg gott, og at stýrið má koma við einum betri uppskoti.


Arbeiðarafeløginieru ímóti at arbeiðsloysisstuðulin lækkar, hetta hava umboð í stýrinum fyri Als eisini fleiri ferðir fingið at vita á fundum áðrenn broytingarnar vóru samtyktar beint fyri jól.


ALS jaligar broytingar


Tá ið Arbeiðsloysisstuðulin varð broyttur í 2009, var hetta stórsta frambrotið hjá arbeiðsleysum farna áratíggju. At tað nú fer nógv úr skipanini er tí at arbeiðsloysi er stórt, men Arbeiðsloysisskipanin má ikki ræðast at brúka pening.


Ansast má sera væl eftir, at landið ikki missur tey arbeiðsleysu. Høgi prísurin fyri fólkaflyting kenna vit frá 1990’unum. Hetta mugu vit ikki endurtaka í dag, tí vit hava aðrar møguleikar og betri amboð og ein arbeiðsloysiskassa, sum hevur nakrar hundrað milliónir krónur.


Vánaligar broytingar


Eins fegin feløgini vóru til broytingarnar í 2009 eins vónbrotin eru feløgini til broytingarnar, sum lagdar eru í løgtingið nú. Inntøkugrundarlagið hjá arbeiðsleysum verður nú aftur somikið vánaligt, at sera ivasamt er, um tey fara at klára seg.


At peningur fossar úr Arbeiðsloysisskipanini er tí at vit hava stórt arbeiðsloysi. Vit mugu vit ikki ræðast at brúka peningin sum er í Arbeiðsloysisskipanini. Gerst støðan hættislig, so hevur stýrið og Føroya Løgting aðrar møguleikar at arbeiða við enn at lækka prosentvísa stuðulin. Dagatalið arbeiðsleys kunna vera í skipanini má heldur ikki lækkað, nú langtíðararbeiðsloysi er veruleiki.


Endamálið við skipanini, og at spara nógv upp í góðum tíðum er júst tí at rindast skal út í verri tíðum. Arbeiðsloysisskipanin er við til at gera føroyska arbeiðsmarknaðin smidligan, og tað vilja vit heldur ikki missa.


Tískil er okkara tilmæli, at uppskotið verður tikið aftur og sent niðan aftur í stýri í Als, sum verður biðið um at viðgerða hetta av nýggjum, tí tað tey hava lagt framm kann ikki góðtakast.


Talan er um eitt nógv størri mál enn at fáa kredit og debit at ganga upp í Arbeiðsloysisskipanini. Málið snýr seg um livikorini hjá hundraðtals familjum, sum tíverri eru rakt av arbeiðsloysi.


Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag


Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag


Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag


Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag


Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag