Yvirlýsing frá fundi í Kommunusamskipan Føroya 30. august 2013

Stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur á fundi í dag viðgjørt støðuna á eldraøkinum.


Kommunusamskipan Føroya krevur, at landsstýriskvinnan í almannamálum ikki setur kunngerðina um røktarheim og sambýli í verk 1. september 2013, sum ætlað.


Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at kunngerðin er nakar bati fyri okkara eldri borgarar. Kunngerðin loysir í veruleikanum ongar trupulleikar, heldur hinvegin skapar hon ónøgd og ótryggleika, ið elvir til ósemjur kommunurnar ímillum, og í síðsta enda tænir hetta ongum, heldur ikki okkara eldru.


Tekur landsstýriskvinnan ikki hesa áheitan til eftirtektar, so fara kommunurnar miðvíst undir at niðurleggja allar uppgávur, sum kommunurnar í dag átaka sær á eldraøkinum


Soleiðis samtykt á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya


Tórshavn 30. august 2013


Heðin Mortensen, formaður, Tórshavnar kommuna    


Magnus Rasmussen, Runavíkar kommuna              Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna                       


Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna                Sonni í Horni, Fuglafjarðar kommuna                           


Dennis Holm, Vágs kommuna                                Rósa Samuelsen, Vága kommuna                                 


Jóhan Christiansen, Eysturkommuna                    Brandur Sandoy, Sands kommunu