Yrkisútbúgvingar til fólkaskúlan
Í farnu viku greiddu handverkarar og onnur yrkislærd fólkaskúlanæmingum frá sínum yrki. Vónin er, at fleiri teirra fara í læru og sostatt fylla stóra tørvin, sum samfelagið hevur á handverkarum og øðrum yrkislærdum.
”Greið frá tínum yrki” er tiltak, har handverkarar og yrkislærd greiða næmingum í 8. flokki frá sínum lívi við eini yrkisútbúgving. Tey greiða m.a. frá, hvussu tað er at vera í læru og um teir mongu møguleikar, sum hendan útbúgvingin hevur givið teimum.
Tiltakið varð fyriskipað av Føroya- og Havnar Handverksmeistarafelag, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og KT-felagnum í samstarvi við Yrkisdepilin og Tórshavnar kommunu.
”Vit skipa fyri hesum átakinum, tí vit ynskja at bjóða ungdóminum at taka eina dygdargóða útbúgving”, sigur Sámal Erik Hentze, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag. ”Tað tykist ikki, sum at tað er nakað serligt av handverki í fólkaskúlanum. Hetta halda vit vera stórt spell, tí tað finst ein ørgrynna av lærlingaútbúgvingum, sum eru bæði spennandi og gevandi.”
”Men áhugin í tí handaliga er sjónligur í fólkaskúlanum” heldur Sámal Erik Hentze.” Í øllum førum taka bæði næmingar og lærarar sera væl ímóti tiltakinum”. Yrkisdepilin, Tórshavnar kommuna og fólkaskúlarnir í Tórshavnar kommunu skipaðu soleiðis fyri, at allir næmingar í 8. flokki í kommununi komu at lurta.
Tiltakið var í Reinsarínum, Miðlahúsinum og hølunum har á leið. Tey, sum greiddu frá, vóru:
Ransin Djurhuus Málari Ransin Djurhuus málarameistari
Sjúrður Jacobæus Gartnari Hjálpirót
Teodor Thomassen Rørsmiður Demich
Bogi Fossdal Byggismiður Articon
Sarah Jensen Hárfríðkan Karin´sa
Ragnar Nesstein Stálskipasmiður Mest
Sunneva Sólarrís Timbur Eysturlon
Olgar Nielsen Bilsmiður Reyniservice
Rósa Maria Egholm Krambakvinna Rit & Rák
Hans Jákup Abrahamsen Kokkur Smyril Line
Kjartan Højgaard Elektrikari LM Electric
Kristian Eysturoy KT-supportari Elektron
Jórun Mørkøre Bakari Mylnan
Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesum tiltakið. Fysta árið var tiltakið fyri Skúlanum á Fløtum. Í fjør vóru allir skúlarnir í Tórshavnar kommunu. Í ár verður tiltakið víðkað soleiðis, at næmingarnir í 8. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík eisini fáa høvi at hoyra handverkarar og onnur yrkislærd greiða frá.